Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

A-landsliðið stóð royndina

Jákup Ósá

Samanumtøka: Hóast nógv avboð frá profilum og við nýggjari spæliskipan, so stóð føroyska A-landsliðið royndina báðar dystirnar móti Portugal og Andorra.

Sonni Ragnar Nattestad, Brandur H. Olsen, Fróði Benjaminsen (fyrra dystin) og Hallur Hansson eru leikarar, sum vanliga eiga fast pláss í uppstillingini á føroyska A-landsliðnum. Teir vóru ikki tøkir hesaferð. Harafturat hevði Lars Olsen, landsliðsvenjari, tikið avgerð um, at royna nýggja spæliskipan við at hava tríggjar í miðverjuni.

Sluppu heilskapaðir gjøgnum Portugal dystin

Uppgávan móti Portugal var stór. Hetta vóru europameistararnir, sum spældu í sínari sterkastu útgávu á heimavølli. Føroyar spældu ein meir enn góðkendan fyrra hálvleik og fingu enntá eitt gott mál, sum var eftir innkast støðu, sum hesar báðar dystirnar hevur víst seg at vera eitt effektivt vápn at fáa lagt trýst á mótstøðuliðið. Portugal reisti seg í seinna hálvleiki og trýsti føroyska liðið í botn. Føroyar sluppu tó heilskapaðir ígjøgnum dystin við einum 5-1 tapi, sum á útivølli móti einum væl uppløgdum Portugal liði helst er at liva við hjá teimum flestu. Málið hjálpir nógv og úrslitið var tvey mál betri enn í Føroyum við einum skerdum liði.

Valdu stríðsmenn framum teknikkarar móti Andorra

Móti Andorra valdi Lars Olsen at geva 10 leikarum afturval, meðan Fróði Benjaminsen kom inn fyri Róald Jakobsen. Fleiri viðmerkjarar saknaðu Róald í uppstillingini, tí er tað nakran landsdyst, at hansara skapandi førleikar koma til sín rætt, so var tað kanska ein slíkan dyst, har Føroyar í størri mun sluppu at skapa dystin. Ein annar leikari var Kaj Leo í Bartalsstovu, sum avrikaði væl lítlu løtuna móti Portugal og sum til dagligt spælir yrkisfótbólt í Íslandi. Tað kundi verið upplagt at byrja inni við honum, eisini fyri at fáa úthvíldar leikarar inn. Men Lars Olsen valdi hesar typurnar frá. Tað gekk kanska útyvir álopspartin, men hinvegin var tað kanska gott fyri verjupartin. Í øllum førum kom Andorra ikki til ein einasta mál møguleika, og tí ráddi bara hjá Føroyum um at fáa eitt mál. Føroyar komu til tveir stórar mál møguleikar og skoraðu uppá annan. Málið skoraði Gilli R. Sørensen eftir væl spælt álop, har nógvir føroyingar vóru við í uppspælinum. So hóast álopsparturin ikki skapti nógvar stórar mál møguleikar, so var tað nokk til at vinna.

Sett met í stigum

Føroyar settu við hesum met, tí ongantíð áður hevur eitt føroyskt A-landslið fingið 8 stig ella fleiri í einari undankapping. Tveir dystir eru eftir í undankappingini, og í báðum dystunum er møguleikin til staðar at fáa stig, tí Føroyar hava fyrr í hesum bólkaspælinum fingið stig móti báðum mótstøðuliðunum, Lettlandi og Ungarn. Á pappírinum er tað serliga heimadysturin móti Lettlandi, har møguleiki fyri at fáa stig eigur at vera til staðar, meðan tað í Ungarn var nær við seinast, tá Føroyar blivu snýttar fyri eitt brotsspark uppá eitt avgerandi tíðspunkt. Einki leikbann og kanska møguleiki fyri at fáa onkrar leikarar við aftur, sum sótu uttanfyri hesaferð vegna skaðar. Føroyar stóðu royndina hesaferð og hava staðið royndina í hesari undankappingini, óansæð hvat hendir i teimum báðum seinastu dystunum.