Mikudagin fáa norðoyingar høvið at síggja føroysku A-landsliðshetjurnar í Klaksvík.
Mikudagin fáa norðoyingar høvið at síggja føroysku A-landsliðshetjurnar í Klaksvík.
Føroyska A-landsliðið spælir leygardagin á Tórsvølli móti Lettlandi sín seinasta heimadyst hesa undankappingina. Nakrar dagar seinni er útidystur í Ungarn á skránni. Hetta er A-landsliðið, sum hevur fingið flest stig í einari undankapping fyri Føroyar.
Sum partur av fyrireikingunum hesa vikuna verður ein venjing í Klaksvík. Hon verður mikudagin kl. 16.00 við Djúpumýru. Tá fáa norðoyingar høvið at síggja bestu leikararnar, sum Føroyar eiga í 2017.




