Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

A-landsliðslegenda til Víking

Jákup Ósá

Víkingur hevur fingið ein av størstu profilunum í føroyskum fótbólti.

Víkingur hevur fingið ein av størstu profilunum í føroyskum fótbólti.

Seinastu árini hevur fleiri ferðir ljóðað, at tað var uppá tal, at Fróði Benjaminsen fór at skifta felag. Men HB hevur hvørja ferð megnað at varðveitt Fróða, sum í fleiri ár var liðskipari hjá HB eins og hann í fleiri ár var liðskipari á føroyska A-landsliðnum, har Atli Gregersen seinni bleiv liðskipari. Nú hevur Víkingur so báðar teir seinastu liðskipararnar á føroyska A-landsliðnum, so leiðaratypir mangla ikki í Sarpugerði í ár.  

Fróði vildi beint eftir kappingarárið í fjør ikki avvísa, at hann fór at skifta felag, nú hann var fluttur til Strendur at búgva. Les meir um tað HER. Og fyri trimum vikum síðani skrivaði Norðlýsið um, at samráðingar vóru millum Fróða og Víking. Les meir um tað HER. HB hevur tó allatíðina roynt at fingið Fróða at halda fram í felagnum, men tað bleiv Víkingur, ið dró longsta stráið um 39 ára gamla leikaran, ið kann røkja plássini sentralt á miðvøllinum og í miðverjuni. Uttan iva eitt tað mest markanta skiftið í Effodeildini í vetur og ein leikari, sum kann fara at vísa seg at vera ein fongur fyri verandi føroyameistarar. 

 

Vikingur.fo skrivar:

Landsliðsleikari skriva sáttmála við Víking.

Landsliðslegendan Fróði Benjaminsen og Víkingur hava undirskriva ein eitt ára sáttmála. Fróði Benjaminsen er ikki bara ein og hvør í føroyskum fótbólti. Tað má vera teir fæstu føroyskir leikarar, ið hava roynt meira enn Fróði. Hagtølini tala fyri seg. 435 dystir og 135 mál í bestu føroysku deildini. 87 dystir og 27 mál í Steypakappingum. 35 dystir og 4 mál í altjóða dystum fyri feløg, og 90 dystir og 6 mál á A-landsliðnum. Fróði Benjaminsen hevur vunnið fýra FM heiti og ein steypasigur.

Víkingur fegnast yvir, at Fróði Benjaminsen hevur valt at leika fyri Víking, og ynskir honum vælkomnan í felagið og góða eydnu við kappingarárðinum