KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt nýggjan sáttmála við A-landsliðsleikara.
KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt nýggjan sáttmála við A-landsliðsleikara.
22 ára gamli Hørður Askham hevur í kvøld sett sína undirskrift á nýggjan 1-ára sáttmála við KÍ. Hørður kom til KÍ undan hesum kappingarárinum og avrikini hava verið so mikið sannførandi, at hann hevur vunnið sær pláss á A-landsliðnum seinastu dystirnar. Hørður hevur spælt allar minuttirnar í ár burtursæð frá, tá hann hevur havt leikbann.
Hóast sín unga aldur, so er Hørður skrásettur fyri 108 dystir í Effodeildini.




