5. og 6. september verður tann føroyski festivalurin í Keypmannahavn. Prísurin fyri MíttLand, sum festivalurin verður róptur, er júst nú 450 krónur fyri alt vikuskiftið.
5. og 6. september verður tann føroyski festivalurin í Keypmannahavn. Prísurin fyri MíttLand, sum festivalurin verður róptur, er júst nú 450 krónur fyri alt vikuskiftið.
Men á midnátt hækkar prísurin við hundrað krónum upp í 550 krónur.
MíttLand var fyri fyrstu ferð í fjør og tá eydnaðist tiltakið avbera væl. Les meira um tað HER.
Tá var bert talan um ein konsertdag, men hesa ferð er hetta broytt og gjørt til ein fesival, sum verður eitt sindur størri í vavi. Í ár verður MíttLand alt vikuskiftið, bæði fríggjadag og leygardag.
Føroyingar tóku væl ímóti MíttLand í fjør, og undirtøkan verður væntandi enn betur í ár.
Í fjør vórðu oman fyri túsund atgongumerki seld.




