Ikki kann sigast annað enn at úrtøkan hjá besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni hevur verið góð seinastu dagarnar.
Sunnudagin vunnu tær 24-21 á Neistanum í landskappingardysti, og týskvøldið hittust liðini aftur til fyrru hávlfinaluna í steypakappingini, og henda dystin vann Stjørnan heili 34-18
Lagt var upp til ein spennandi dyst tá bestu kvinuliðini hjá Stjørnuni og Neistanum hittust til landskappingardyst í Havn sunnudagin. Og tað gekk eisini javnt á fyrstu 20 minuttirnar, har Neistin hevði munin. Men so tóku stjørnuleikanir seg rættiliga saman, serliga í verjupartinum. Seinastu 10 høvdu Neistakvinnurnar trupult við at koma til verunligar avslutningar, álopsspælið hekk als ikki saman, og nógv mistøkblivu gjørd. Hetta gav Stjørnuni møguleikar til fleiri snarálop, sum góðu mál, soleiðis at tá farið varð til hálvleiks, hevði Stjørnan lagt seg á odda við trimum málnum. Hálvleiksstøðan var 12-9.
Mundu søpla sigurin burtur
Stjørnan helt fram við góða spælinum í seinna hálvleiki, og tað einu løtuna hevði Stjørnan økt um leiðsluna til sjey mál. Men so mistu tær konsentartiónina eina løtu, og hetta gav Neistanum møguleikar at koma innaftur í dystin. Spakuliga ótu tær seg inn á Stjørnuna, ja tær fingu minkað munin niður til eitt mál, men so tóku Stjørnunleikarnir seg saman, og við nøkur skjótum málum settu tær alt uppá pláss, og vunnu dystin 24-21. Við sigrinum tók Stjørnan oddasessin frá Neistanum, og liggur nú á odda í landskappiningini við 9 stigum, meðan Neistin verður standandi á 8 stigum.
Hølvaðu Neistan av
Longu týsdagin gekk leiðin hjá Stjørnuni aftur til Havnar at leika fyrru hálvfinuluna í steypakappingini, og mótstøðuliðið var aftur Neistin. Roknað varð við einum jøvnum og spennandi dysti. Onki var at ivast í, at Neistakvinnurnar vildu vaska tapið frá sunnudegnum av sær, og tryggja sær eitt gott útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni í Klaksvík. Men Stjørnukvinnurnar vildu tað ørvísi. Hóast tað gekk nøkulunda javnt á í fyrra hálvleiki, so kundi Stjørnan fara til hávlleiks við eini trý málsleiðslu. Støðan í hálvleikinum var 13-10 til Stjørnuna.
Klassamunur
Ein skuldi ikki trú, at tað vóru nummar eitt og tvey í landskappinigini sum leiktu henda dagin, til tað munurin alt ov stórur serliga í seinna hálvleiki. Talan var snøgt sagt um klassamun á liðunum. Við eini vælleikandi Agné í málinum og eini sera góðari Stjørnuverju, var ikki nógv hjá Neistanum at stilla upp.Tað sum verjan hjá Stjørnuni ikki kláraði, tók Agné sær av, og hetta gav møguleikar til nógv snarálop hjá Stjørnuni, ja Neistin bleiv snøgt sagt runnin um koll í seinna hávlleki. Stjørnan økti støðugt um leiðsluna, soleiðis at endaliga gjørdist heili 34-18 til Stjørnuna, t.v.s. at Stjørnan vann seinna hálvleik 21-8. Við sigrinum kann sigast, at Stjørnan hevur meira enn annað beinið í steypafinaluni. Sjálvandi skal man ikki kanna sær skinnið, fyrrenn bjørnin er skotin. Skal Neistin gera sær vónir um at náa steypafinaluna, so skal seinna hávlfinalan, sum verður leikt í Klaksvík, 25. januar vinnast við minst 17 málnum, og tað trúgva vit ikki uppá.




