Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á speglblonku vág…

Oliver Joensen

Sum fyrrv. Forkvinna í socialu nevnd fegnist eg stórliga á hesum stóra degi, nú okkara nýggja røktarheim hevur fingið navn. Eg haldi at navnið \”Heimið vid Vágna\” er eitt sera væl hóskandi og vakurt navn. Ynski samstundis vinnaranum av navnakappingini Signy Gullaksdóttir Jacobsen og Lydia Petersen hjartliga tillukku.

Sum fyrrv. Forkvinna í socialu nevnd fegnist eg stórliga á hesum stóra degi, nú okkara nýggja røktarheim hevur fingið navn. Eg haldi at navnið “Heimið vid Vágna” er eitt sera væl hóskandi og vakurt navn. Ynski samstundis vinnaranum av navnakappingini Signy Gullaksdóttir Jacobsen og Lydia Petersen hjartliga tillukku.

Tad er altíd stuttligt og hugaligt, tá ein sær úrslit av nøkrum ein hevur stríðst fyri og eri eg sera glað nú Heimið við Vágna skjótt skal takast í nýtslu.

Vil samstundis takka øllum, sum hava verið við í tilgongdini til nýggja heimið og tikið undir vid tí og teimum, sum hava staðið saman um hesa verkætlan. Uttan tykkum hevði hetta ikki verið møguligt.

Vóni at heimið fyrst og fremst verður til gleði og gagn fyri tey, sum skulu búleikast har dagliga og tey sum koma at arbeiða har.

Vit hava longu sæð, hvussu fantastiska væl nýggja røktarheimið tekur seg út um kvøldarnar tá ikki eitt fleyr sást á speglblonku vág og ljósini speglast í Vánni, Eg haldi at navnið “Heimið vid Vágna” er eitt sera væl hóskandi og vakurt navn.

Elsebeth Mercedis Gunnleygdóttur

Býráðslimur.