Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á Stangabrúnni

Norðlýsið

Nú ein skái hevur verið í veðrinum, hava flest allir útróðrarbátarnir verið á Norðhavinum.

Veðrið hevur verið sera ringt seinastu tíðina og hevur hetta darvað útróðrinum. Men tá bátarnir hava havt møguleika hevur ligið hampiliga væl fyri hjá teimum flestu. Onkrar dagar hevur talan verið um sera góðan fiskiskap. Aðrar dagar hevur verið eitt sindur misjavnt hjá bátunum.



Í gjár fóru nærum allir bátarnir í Klaksvík til útróðrar. Og sæst hetta aftur í aktivitetinum á Stangabrúnni í dag. Nógvir stampar stóðu á bryggjuni og høvdu teir flestu egningaformenninir sent boð eftir egnarunum. Aðrir høvdu biðið fólkið koma eftir middag, fyri at egnararnir ikki skuldu bíða eftir bátinum.



Tað ljóðar frá góðum fiskiskapi. Teir stóru bátarnir hava fingið um 10.000 hvør á 50-60 stampum. Teir minnu bátarnir hava eisini havt gott fiskarí við millum 130-200 pund uppá stampin. Úr Hvannasundi frætta vit frá einum báti, at hann gjørdi ein roktúr uppá 12.000 pund. Slagið er fyri tað mesta hýsa; men ein triðingur er tó gráur fiskur.



Veðurforsøgnin boðar ikki frá líkinda útróðrarveðrið. Hann boðar frá stórmi og møguliga ódn. So bátsformennirnir, ið vit tosaðu við, roknaðu ikki við at leggja út á fiskimiðini aftur í dag.