”Eg geri tað sama sum øll hini – eg lurti eftir tónleiki.”
”Eg geri tað sama sum øll hini – eg lurti eftir tónleiki.” Tað sigur Sámal Olsen av Kambsdali, tá vit spyrja hann, hvussu hann heldur Summar Festivalin.
”Mær dámar væl at lurta eftir tónleiki, og so hyggi eg eisini eftir bátum. – Tað er tað besta. Her eru nógvir flottir bátar. Tað tími eg ordiliga væl,” sigur hann.
Sjálvur er Sámal komin á Summar Festival við einum gomlum útróðrarbáti, sum hann er í ferð við at umbyggja til stuttleikabát.
”Báturin eitur Heiðrikur og hann er bygdur á Strondum í 1972. Hann er beint niðanfyri 20 tons,” sigur Sámal.
Spurdur hví hann hevur keypt ein so stóran bát sigur Sámal:
”Eg veit ikki. Hann kom uppí hondina og eg tók av. Eg havi broytt hann spakuliga – havi innrættað stýrhúsið av nýggjum, gjørt WC o.s.fr. – Rom bleiv ikki bygdur eftur einum degi,” sigur Sámal.
Sjálvur svevur hann ikki umborð á bátinum.
”Hjá okkum at koyra inná Kambsdal, tað tekur 10 minuttir – so tað yvirláti eg til tey ungu. Tey hugna sær har. Eg royni at geva teimum at eta – fáa okkurt gott niðurí tey dagin eftir,” sigur hann og flennur.
Á konsert við soninum
Tá vit í gjárkvøldið tosaðu við Sámal Olsen hevði hann verið á tveimum konsertum:
”Eg var og lurtaði eftir Cliff Richard og Danny & the Veetos. Teir vóru virkuliga góðir. Í kvøld ætli eg mær at hoyra Grandma’s Basement. Tað verður í nátt klokkan 3.”
Sámal flennur:
” Eg eigi ein drong sum eitur Heri. Hann hevur Downs syndrom. Hann elskar teir. Hann fekk fyri trimum árum síðani eina blusu frá teimum, har teir hava koyrt eitt hjarta á og tekstin ”Vit elska Hera” og so hava allir skrivað autograf. So tað er nokkso skeg. Hann er í Dáanum til umlætting, so klokkan 2 fari eg eftir honum. Ordrarnir vóru: Avheintast klokkan 2,” sigur Sámal og flennur.
Sámal hevur ikki verið nógvastaðni við bátinum í ár, men onkur túrur er settur av í kalendaranum:
”Í fjør vóru vit á Ovastevnu. Tað var ein virkuliga góður túrur, so har fara vit aftur í ár,” sigur hann.
====
Báturin hevur millum annað havt hesi nøvnini:
Heiðrikur
Høvnin
Karin Maria
Sandenni
Rivtangi




