Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á TRAPPUNI til HM/EM

Flogbóltssambandið

Her eru okkara flogbóltsgentur avmyndaðar á nýggju uppihaldstrappuni í Vágsbotni saman við borgarstjóranum, sum tær vildu heilsa uppá á middegi.

Hetta er í sambandi við, at Tórshavnar Kommuna í dag og næstu tveir dagarnar er vertsbýur fyri HM/EM kapping í flogbólti fyri kvinnur. Liðini sum eru við í kappingini eru Føroyar, Liktinstein, Írland og Kýpros.

Komandi 3 dagarnar verður Høllin á Hálsi karmur um íalt 6 altjóða landsdystir – tann fyrsti føroyski dysturin í kvøld kl. 20,00 ímóti Írlandi – kl. 17,00 spæla Liktinstein og Kýpros