Vitjaði á Trøllanesi í dag. Har er altíð hugaligt at koma. Johannes Kallsgarð, bóndi segði, at ærnar hjá honum í dag høvdu fingið lamb nr. 100. Lombini hjá okkum sýnast at vera stór í ár, hinvegin, so hava vit ikki fingið so nógvar tvílembur sum onkuntíð. Men tað kann broytast, tí enn er væl eftir at lemba, fáa vit fleiri tvílembur, so rokni eg við umleið 200 lombum tá liðugt er. Annars er seyðurin væl fyri, segði Johannes Kallsgarð, tí veturin er ikki farin illa við seyðinum í ár.
Í túninum hittu vit eisini Mikkjal, pápa Johannes. Mikkjal siglir við Norðborg, og skal avstað í dag, hann og Óli Wolles av Eiði hugnaðu sær við einum práti við okkum. Vit stóðu beint niðanfyri kirkjugarðin. Teir báðir søgdu seg ikki minnast nakra jarðarferð á Nesi. Tey lík teir vistu um vóru grivin her, vóru flutt higar eftir sjálva jarðarferðarløtuna í kirkju ella samkomu aðrastaðni.
Sjálvandi vitjaðu vit eisini kioskina. Har keyptu vit føroysk egg og súltitoy úr vínrabarbum. Maud Østerø, sum eigur kioskina, segði okkum, at 30. juni í ár verður ein merkisdagur á Trøllanesi, tá fer kioskin at lata upp í nýggjum hølum. Nýggja kioskin er komin at standa á Trøllanesi, hon skal setast á rætta plássið og gerast klár og eftir ætlan so letur hon upp 30. juni, tá fer at bera til, umframt kioskvørur, eisini at fáa kaffi, te og eitthvørt ábit í kioskini.
Sjálvandi skal lendingin eisini vitjast, tá ein er á Nesi. Í dag var veðrið tó ikki av tí besta, og ein kundi sita eina stund og fundera yvir um ein hevði sloppi umborð ella í land av Barsskor í dag?
Her nakrar myndir av Trøllanesi í dag:




