Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á vestfallið við teknmáli og jólakalendara?

John William Joensen

Hetta er útmeldingin frá Kringvarpsnevndini, nú peningurin ikki røkkur fyri árið 2008.

Skilji væl at ein nevnd sum situr við ábyrgd, og tekur hesa ábyrgd í fullum álvara, við hesum uppskotið roynir at seta fokus á truplu støðuna hjá Kringvarpinum. Peningurin røkkur ikki til og politiska skipanin letst ikki um vón.

Nú velji eg at trúgva at harðliga útmeldingin, um at strika tilfar til júst teir veikastu bólkarnar, okkara deyvu borgarar og børnini, júst er gjørd fyri at “vekja fiskarnar” og royna at skapa eitt kjak um sjónvarp og útvarp í Føroyum í framtíðini.

Eftir mínum tykki er einasta gongda leið at seta ferð á framleiðsluna av føroyskum tilfarið til allar aldursbólkar. Kringvarp er so týðandi táttur í menningini av fólkaræðinum og eins týðandi táttur sum mentunarberi og samleikamennari, at allar árar skulu leggjast í sjógv fyri at klára at lyfta ta stóru uppgávu hetta arbeiði er.

So mín niðurstøða er greið, Kringvarpið eigur at koma á fíggjarlógina við eini munandi upphædd, so rúmd verður fyri eini veruligari menning av einum føroyskum Kringvarpið, har eisini rúmd er fyri veikastu bólkunum í samfelagnum, børnunum og teimum deyvu.

Hetta er íløga í mentan, samleika og fólkaræðið.

X við E
Heidi P

Les meira á www.tjodveldi.fo/heidi