AB er liðið, sum hevur brúkt klárt flestar leikarar í Effodeildini í ár.
Tá 16 ára gamli málverjin Rói Zachariasen kom á vøllin fyri AB í seinasta minuttinum í gjár, var tað leikari nummar 30, sum hevur verið á vøllinum fyri AB í landskappingini hetta kappingarárið. Tað er eitt rættuliga høgt tal, um vit hyggja eftir, hvussu nógvar leikarar lið undir vanligum umstøðum brúka eitt kappingarár.
KÍ og NSÍ eru liðini, sum minst av leikarum. Listin sær soleiðis út:
AB 30 leikarar
Skála 27
HB 26
B36 25
ÍF 25
Víkingur 24
B68 24
EB/Streymur 23
NSÍ 21
KÍ 21




