Søgan um B71 leikaran sum endaði í AB – er sera løgin – og brævaskifti millum FSF og 07Vestur vísir greitt at kappingarnevndin var inni í málinum, men álíkavæl slapp AB at brúka leikaran hóast teir ongantíð rindaðu fyri leikaran. FSF hevur fleiri ferðir álagt AB at gjalda, men felagið hevur ikki goldið eina krónu, hóast teir hava brúkt leikaran alt árið
Søgan um AB leikaran Rasmus Nielsen er skelkandi og væl av skrivligum tilfarið er í málinum. Samstundis er søgan líti hugaligur lestur hjá teimum, sum trúgva uppá eitt vælvirkandi rættarsamfelag.
Tað byrjar við at 07Vestur er áhugað í unga evnaríka leikaranum hjá B71 og samráðingar eru eisini millum feløgini um unga B71aran, sum hevur ættarbond í Vágunum.
Men sambært nýggju lærligareglunum, sum eru galdandi fyri allar ungar leikarar í aldrinum 12 ár til 21 ár, skuldi 07Vestur gjaldað umleið 35.000 krónur til B71 fyri leikaran.
Endin var at 07Vestur metti at leikarin gjørdist ov dýrur, tí felagið skuldi eisini rinda leikaranum løn og tí spurdist ikki meira burtur úr hesum handlinum.
Gjøgnum fjølmiðlarnar frættir nevndin í FSF at leikarin síðani gerð sáttmála við AB.
Síðani kemur fram at AB noktar at gjalda B71 pening fyri leikaran og tá komið er út á várið sendir 07Vestur kappingarnevnd FSF eitt bræv um málið.
Brævið er rættiliga nágreiniliga orða og vísir til at høvuðsstaðarfelagið er sloppi undan at gjalda fyri leikaran – hóast greiðu reglurnar. 07Vestur gerð greitt at farið verður víðari við málinum um leikarin framhaldandi sleppur at spæla við AB – tí sambært reglugerðini er hann at meta sum ólógligur leikari.
Kappingarnevndin lovar at takað málið upp og í brævið til 07Vestur lovar nevndin at fáa hesi viðurskifti í rættlag.
Fótbóltssambandi hevur skrivliga álagt AB at gjaldað fyri leikaran – men til dags dato hevur AB ognar pengar flutt, til B71.
HB hevur nýliga goldið 10.000 krónur fyri Símun Rógva – men tað er eftir gomlu reglunum – tí HB hongur seg í at leikarin undirskrivaði sáttmálan nakrar dagar áðrenn nýggju reglurnar komu í gildið.
Tað stendur tó greitt at sambært reglunum skuldi peningurin- baði eftir núverandi og fyrrverandi reglunum – gjaldast í seinasta lagið 30 dagar eftir at leikaraloyvið var útskrivað og hesa relgur hava hvørki AB ella HB hildið.
B71 hevur nú tikið avgerð um at fara víðari við málunum og sum skilst æltar 07Vestur at gerða tað sama.




