Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

AB fær og missir

Jákup Ósá

Thomas Juul S. Thomsen, ítróttarstjóri í FC Argir, sigur, at broytingar eru og vera gjørdar í AB hópinum í summar.

Tróndur Jensen og Dion Spildt koma afturat hópinum, meðan Andras Brixen Vágsheyg er farin av landinum og spælir ikki aftur í ár.

Thomas Juul S. Thomsen, ítróttarstjóri í FC Argir, sigur, at nakrar broytingar eru gjørdar í AB hópinum í summar.

– Nei vit gera onki afturat í dag. Vit hava fingid Trónd Jensen og Dion Splidt inn í hópin umframt, at Rógvi Poulsen er komin aftur. Sorin Anghel kemur eisini at spæla. so vit eru nøgdir við tann hópin, sum vit hava nú. Vit missa eisini nakrar leikarar. Andras Brixen Vágsheyg er farin av landinum og spælir ikki aftur í ár. Beinir Ellefsen og Hørður Mohr fara eisini av landinum seinni í summar, sigur Thomas Juul S. Thomsen við Norðlýsið.