Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

AB fingið málverja

Jákup Ósá

Danska felagið AB hevur nú gjørt sáttmála við ein málverja.

Danska felagið AB hevur nú gjørt sáttmála við ein málverja. Talan er um Jannich Storch, sum er 20 ára gamal. Sáttmálin er galdandi í hálvtannað ár, skrivar Bold.dk.

Í føroyskum eygum er hetta áhugavert á tann hátt, at hetta helst merkir, at NSÍ málverjin Kristian Joensen ikki fær sáttmála við AB í næst bestu donsku deildini, har hann seinastu tíðina javnan er settur í samband við. Fyrr í vikuni vildi Kristian ikki vísa nøkrum aftur viðv. AB, men segði eisini, at tað bleiv arbeitt við fleiri møguleikum.