Avgerandi støða: Dømi sjálvi her, um AB bleiv snýtt í kvøld, tá dómarin Eiler Rasmussen dømdi avgerandi brotsspark til NSÍ í 73. minutti.
Avgerandi støða: Dømi sjálvi her, um AB bleiv snýtt í kvøld,tá dómarin Eiler Rasmussen dømdi avgerandi brotsspark til NSÍ í 73. minutti.
AB og NSÍ leiktu í Effodeildini á Argjum í kvøld. NSÍ hevðiyvirvág og spældi betra fótbóltin í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki komAB nógv betri við í dystin og var betra liðið í stórum pørtum. Rógvi Poulsenlegði AB á odda í 70. minutti og tá trúðu fleiri, at nú fór AB at fáa síttfyrsta stig í ár. Men júst sum AB sá út til at hava gott tamarhald á dystinum,so fekk NSÍ brotsspark í 73. minutti. Tey flestu kring vøllin mettu, at talan varum sera bíligt brotsspark. Í seinasta sparkinum skoraði NSÍ so avgerandi máliðeftir hornaspark.
2-2 málið við brotssparki setti NSÍ veruliga í gongd. Umtalan var um brotsspark kann lesarin sjálvur meta um í klippinum niðanfyri. Íøllum førum vóru heima áskoðararnir alt annað enn nøgdir við dómara avrikið. Jóhan Thomsen eigur upptøkurnar.Í morgin hava vit øll hæddarpunktini frá AB-NSÍ dystinum ánordlysid.fo




