Í KÍ hópinum eru fleiri ivamál undan dagsins dysti á Argjum.
KÍ kann ikki vænta sær nakran lættan dyst í dag, tí AB liðiðer uttan iva sera uppsett uppá at fáa síni fyrstu stig. Seinast fór Dion Splidtav vøllinum, men vit vita ikki, um hann verður tøkur í dag. Ahmed Keita byrjaðiuttanfyri seinast og tað var kanska fyri at spara hann til dagsins dyst, harRógvi Poulsen framvegis ikki fær leikt vegna skaða.
Hjá KÍ fór Kristoffur Jakobsen av vøllinum við skaðaseinasta, tá Ivan Joensen eisini var sjúkur og ikki fekk leikt. Eisini ÍsakSimonsen hevur onkran snudd, so ivamál er, um hesir vera nóg frískir til atbyrja inni. Frammanundan er Gunnar á Steig skaddur. Annars verða neyvan tær stóru broytingarnar á KÍ liðinum, harspennandi verður at síggja, um verjuparturin, har spurnartekin annars hevurverið sett av teimum flestu, fer at hava eins gott tak sum seinast móti B36.
Dysturin á Argjum byrjar kl. 17.00 og dómari verður PeturReinert.




