Les her um, hvørjir teir eru.
Sjúrður Olsen, formaður í FC Argir, váttar, at AB missir eina rúgvu av leikarum undan komandi kappingarári.
Beinir Ellefesen, Andras V. Brixen, Hørður Mohr, Tróndur Jensen, Rógvi Poulsen, Jógvan Andrias Nolsøe. Hetta eru leikarar, sum heilt vist ikki spæla við AB í 2016, váttar Sjúrður Olsen. Harafturat er stórt ivamál um Kristin R. Mouritsen, sum møguliga flytir av landinum ella til annað felag, tí nógv felag hava áhuga fyri honum, váttaði hann fyri Norðlýsinum fyri eini stuttari tíð síðani.
Sostatt er greitt, at AB missir minst 6 leikarar til komandi kappingarár.




