Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

AB missir enn ein profil

Jákup Ósá

Vongur sum tilsamans antin skoraði ella legði upp til 11 mál í Effodeildini takkar fyri seg AB.

Vongur sum tilsamans antin skoraði ella legði upp til 11 mál í Effodeildini takkar fyri seg AB.

Talan er um Dion Splidt, sum fer av landinum og tískil ikki verður partur av AB liðinum í 2014. Tað váttar formaðurin í FC Argir, Sjúrður Olsen, fyri nordlysid.fo. Dion var ein av berandi kreftunum á AB liðinum í fjør, har hann skoraði 6 mál og legði upp til 5 mál. Saman við Rógva Poulsen var hann besti málskjútti, meðan einans Sorin Anghel legði upp til fleiri mál.

AB hevur í dag gjørt sáttmála við Jógvan Skeel Nolsøe, sum ikki spældi stórvegis í fjør, men sum tilsamans hevur verið á vøllinum í Effodeildini 44 ferðir fyri HB. Sostatt verður stór útskifting í AB, sum hevur mist Símun Rógva Hansen, Róa Danielsen, Rógva Poulsen og Dion Splidt, meðan Ahmed Keita neyvan heldur fram, hóast tað ikki er endaliga avgjørd. Inn eru komnir Hans Jørgensen, Andras Brixen, Bárður Olsen og Jógvan Skeel Nolsøe. Jógvan Isaksen venur á Argjum, men samráðingarnar millum AB og KÍ eru ikki komnar á mál enn. Og sum nordlysid.fo skrivaði fyri viku síðani, so ætlar AB at fáa tveir útlendskar profilar afturat í hópin og sum skilst hevur tilgongdin av Jógvan Skeel Nolsøe onga ávirkan á hesar ætlanirnar.

Sostatt verður útskiftingin í AB stór, har profilar bæði fara frá og koma til felagið.