Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

AB stendur seg best í deyðbóltsstøðum

Jákup Ósá

57 mál eru komin uppá deyðbóltsstøður higartil í Effodeildini.

57 mál eru komin uppá deyðbóltsstøður higartil í Effodeildini.

57 mál ella 43 % av teimum tilsamans 134 málunum, sum eru komin í Effodeildini higartil, eru komin eftir deyðbóltsstøður. Til at skora mál uppá deyðbóltsstøður, so er NSÍ tað besta liðið, meðan AB er liðið sum er best til at verja. Hjá KÍ hevur ikki ligið so væl fyri at skorað uppá deyðbóltsstøður, tí har liggur KÍ saman við niðastu liðunum. Sostatt koma flestu av KÍ málunum í opnum spæli. Hinvegin er KÍ næstbesta liðið til at verja deyðbóltsstøður. AB er tað besta og hevur bara latið 2 mál inn uppá deyðbóltsstøður. Niðanfyri eru útgreiningarnar.

Skorað mál uppá deyðbóltsstøður:

11: NSÍ

9: Víkingur

8: HB

7: ÍF

6: B36

4: KÍ, AB

3: Skála, B68

2: TB

Í prosentum í mun til samlaða talið av málunum hjá liðnum:

67 %: AB

60 %: B68

50 %: NSÍ, HB

47 %: Víkingur

44 %: ÍF

35 %: B36

33 %: Skála, TB

22 %: KÍ

Mótstøðuliðið skorað uppá deyðbóltsstøður:

11: ÍF

8: B68

7: NSÍ

6: Skála, TB

5: Víkingur, HB

4: B36

3: KÍ

2: AB

Í prosentum í mun til samlaða taliå av málum ímóti liðnum:

69 %: ÍF

54 %: NSÍ

50 %: Víkingur

46 %: HB

44 %: B36

43 %: Skála, TB

36 %: B68

30 %: KÍ

20 %: AB