Ein miðverji og ein álopsleikari/kantur standa á ynski listanum hjá AB.
Ein miðverji og ein vinstri álopsleikari/kantur standa á ynski listanum hjá AB.
Í gjár kunngjørdi AB, at HB miðvalla leikarin Bárður Olsen hevði gjørt avtalu við AB. Frammanundan er málverjin Hans Jørgensen komin til felagið eisini úr HB. AB missur málverjan Símun Rógva Hansen, miðverjan Róa Daniesen og vong spælaran Rógva Poulsen.
Tveir styrkir afturat
Sjúrður Olsen er formaður í FC Argir og hann sigur, at AB ætlar at fáa tveir styrkir afturat til felagið.
– Vit ætla at fáa ein miðverja og ein vong ella álopsleikara afturat í hópin. Tað velst eitt sindur um, hvat er møguligt at fáa. Vit hyggja bæði í Føroyum og uttanlanda. Vit fara ikki at handla í panikki, so tað er óvist, hvussu long tíð gongur til, vit hava fingið báðar styrkirnar uppá pláss, sigur Sjúrður Olsen. Hann sigur eisini, at mest sannlíkt heldur álopsleikarin Ahmed Keita ikki fram í felagnum.
Dagføring 07. november kl. 00.15:
AB hevur fyri tímum síðani kunngjørt, at NSÍ verjuleikarin Andras Brixen Vágsheyg spælir við AB í 2014. Verjuleikarin hevur verið partur av U21 landsliðinum og byrjaði m.a. inni móti Týsklandi. Meir kann lesast um hetta HER. Sum skilst er hetta meir ein leikari, ið kemur afturat AB hópinum og fær møguleikan at stríða seg inn á liðið og ikki beinleiðis ein leikari, ið kann væntast fæst pláss í AB miðverjuni fyri Róa Danielsen. . Tað skal tí ikki avskrivast, at AB framvegis hyggur eftir einum styrki til verjupartin.




