Vit liva í eini tíð, hvar ið tað hevur týdning at vera “politiskt korrektur”. Tú mást vanda tær um orðini, tí tað sum tú sigur kann møguliga fatast sum niðrandi fyri onkran, hóast tú sjálvur ongan illan tanka hevði við orðavalinum.
Fremsta landið, tá tað snýr seg um “politiska korrektheit”, er Svøríki. Har hevur forlagið Bonnier Carlsen givið barnarithøvundanum Jan Lööf greið boð: Annaðhvørt teknar tú bøkurnar “Abbi er sjórænari” og “Fanga Fabian” av nýggjum, ella verða tær pettaðar sundur í makulatorinum.
Orsøkin er, at í bókunum verða nakrar mentanir lýstar við fordómum, og tað ber ikki til í einum landi sum Svøríki, har tað av berari “politiskari korrektheit” er við at verða forboðið at siga “hann” og “hon”.
Í bókini “Abbi er sjórænari” er ein óndur sjórænari sum eitur Omar, og ein sum selur á gøtuni eitur Abdullah. Hetta, metur forlagið, kann geva svenskum børnum eina skeiva mynd av teimum sum búgva í londunum, har hesi nøvnini verða nýtt.
Børn duga at hugsa
Sjálvur minnist eg við gleði afturá tann dagin fyri nógvum árum síðani, tá abbi mín við einum skálkabrosi kom inn til okkara og gav okkum systkjunum bókina “Abbi er sjórænari”. Vit elskaðu hesa bókina.
– Og jú – tá eg las at abbin fór uppá loftið eftir sjórænaraklæðunum, tá sá eg fyri mær at tað var í húsinum hjá ommu og abba í Fuglafirði. Og omman sum lá í eini heingikoyggju og svav, hana staðsetti eg eisini í garðinum hjá teimum. Men tað fekk meg ikki at halda, at mín abbi var sjórænari og enn minni at omma lá í eini heingikoyggju í garðinum hjá teimum.
Børn hava livandi hugflog, men tað merkir ikki, at børn ikki duga at hugsa, og sjálvur haldi eg meg ikki hava fingið stórvegis skaða av bókini – kanska hava onnur eina aðra fatan av tí.
Hví skal eg halda, at øll sum eita Omar eru óndsinnaðir sjórænarar, bara tí at eg sum barn havi lisið eina bók?
Fyrr vórðu bøkur brendar á báli, tí innihaldið varð mett at vera óhóskandi. So bleiv tað “politiskt ókorrekt” at brenna bøkur, tí talufrælsið skuldi virðast. Vónandi koma vit ikki aftur til tað støðið, at bøkur verða makuleraðar.
Helgi Abrahamsen




