Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ABC-fjepparar krossa fingrar fyri at Jørgin ikki aftur fær krím

John William Joensen

Meðan samráðingar eru millum ABC flokkarnar – sæst formaðurin í Fólkaflokkinum ganga við hálsaturriklæði – fyri at binda um heilan fingur – siga keldur

– Hetta verður størsta "Come-back" síðan Lazarus, var tað einasta vit fingu at vita frá einum av tinglimunum – sum í løtuni gera alt fyri at fáa lív aftur í ABC samgonguna.

Í løtuni verður samráðst í arbeiðsbólkum og sum skilst er ikki komið serliga langt ávegis hóast lagið er gott millum samráðingarfólkini.

Í fríløtunum – meðan bíðað verður – sita menn og kvinnur og sms-a ella skanna alnótina fyri at frætta hvat fjølmiðlarnir skrivað um samráðingarnar.

Seinast flokkarnir vóru saman typptust næsar og hálsur Jørgins við herviligum krími – so hann gjørdist seingjaliggjandi. Tá hann kom fyri seg aftur var løgmaður rýmdur til Tjóðveldi.

Á myndum frá heimasíðuni hjá Fólkaflokkinum, sæst formaðurin ganga við hálsaturriklæði – og sjálvandi –  tá fólk eru so nógv saman innandura er skjótt til at krím kemur í umfar. Tað sigst at sambandshøvdingin – Edmund – hevur fingið krím – men um tað ferð at ávirka samráðingarnar er trupult at spáa um!

Sambandsheimasíðan hevur eisini tíðindi frá samráðingunum – men heimasíðan hjá Javnaðarflokkinum hevur verið deyð síðani samráðingarnar byrjaðu.

Sí myndir.