Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ABC samgongan og politiski veruleikin

Oliver Joensen

Nýggja ABC samgongan er veruleiki, og føroyska samfelagið fer nú so smátt í gongd aftur eftir drúgva tíð í turbulensi á politiska mótinum. Arbeiðið, at snikka til nýtt samgonguskjal gekk væl, undir leiðslu Jóannes Ejdesgaard, ið er royndur á økinum. Tað fekst skjótt frá hondini, meðan málsøkjabýtið, sum vant, var drúgvari, og persónsvalið av landsstýrisfólki ikki minst drúgvført.

Jómfrútala nýggja løgmans var góð, erlig og ikki sørt hjartalig. Maðurin var eyðmjúkur, siðiligur og natúrligur. Hann var stutt sagt júst sum vinsæli Kai Leo eigur at vera, og soleiðis dámar flestu føroyingum hann eyðvitað best.

Framløgan av samgonguskjalinum vísti eisini klárt, at landsstýrisflokkarnir, ið allir ynskja politiskan stabilitet, hava álit á hvørjum øðrum. Semja er um, at onki mál verður krógvað burtur ella “parkera”. Her skal vera gjøgnumskygni, og partarnir tykjast hava dirvi til opið at viðgera øll mál, sum koma fyri á okkara gamla, fólkaræðisliga tingi. Viljin til samstarv og góð úrslit fyri land og fólk var eyðsýndur, tá sáttmálin varð undirskrivaður.

Altjóðagerð, Sjálvbjargni og Samhaldsfesti eru høg aðalmál at seta sær. Samhaldsfesti tykist kanska serliga neyðugt og lovandi mál, eftir drúgvt rák, eisini í politikki, við egoismu og sjálvsøkni. Hetta eru nýggir og vónríkir tónar.

Onki er at ivast í, at samhaldsfesti er neyðugt í okkara fámenta samfelag, um samgongan skal megna at fylgja samgonguskjalinum, har flokkarnir hava sett sær fyri at útbyggja, eisini samferðslukervið um alt landið. Tá tað snýr seg um tungu byrðarnar, er neyðugt, at vit øll lyfta í felag.

Fíggjarkreppa er í øllum heiminum, og heimsbúskapurin allur í vanda fyri hóttafalli. Kreppan skelkar grannatjóðir okkara harðliga, og sjálvandi fara heldur ikki vit at sleppa snikkaleys í hesum globaliseringstíðum, nú alt meir og minni er samanbundið. Tá búskaparútlitini eru døpur, sæst hetta aftur í heimliga fíggjar – og búskaparpolitikkinum.

Fíggjarmálaráðið hevur boðað frá, at komandi fíggjarlóg, liðugt viðgjørd og samtykt av løgtinginum helst fer at sýna eitt hall uppá 3-400 milj.kr.

Hóast vánaligu útlitini, so eiga vit í útøkjunum kring landið kortini at vænta okkum okkara lut av vælferðini og okkara part av íløguorku landsins. Við sína lið hevur nýggi og enn óroyndi løgmaðurin royndar álitismenn í bæði fíggjarnevndarformanni og fíggjarmálaráðharra, báðir fyrrverandi løgmenn og tungvektarar í politikki. Samgonguskjalið lovar nú javnstøðu í øllum samfelagnum, kommunala útjavningarskipan við komandi kommunureforminum í 2011 og blokkstuðul í samband við at ábyrgdarøki verða flutt frá landi til kommunur. Samstundis verður ásannað, at almennar íløgur eru neyðugar fyri at seta gongd á virksemið kring landið.

Somuleiðis tykist málsetningurin við framtíðar heilsuverkinum at tryggja okkum lut í bleytu samfelagsvirðunum og borgaratrygdini við ásetingini um, at øll sjúkrahúsini skulu skipast sum ein eind við tvørgangandi funktiónum millum sjúkrahúsini, og at arbeiðsbólkur skal setast at gera tilráðing til nútíðargerð av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Samanumtikið mugu vit siga, at viljin tykist góður. Úrslitini kunnu vit so fyribils trúgva uppá – og gleða okkum til.