Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ABEKO klæðir til Føroyar

John William Joensen

Ígjár skrivaði Sp/f Klips og Abeko Danmark undir samhandilsavtalu, har Símun á Høvdanum skal vera teirra umboðsmaður/seljari í Føroyum.

Abeko er ein gomul svensk fyritøka, hon er stovnað í 1948 og er hon ein av toppinum í Europa innan regnklæðir. Hetta merkir, at føroyski marknaðurin er stak væl egnaður til teirra vøruúrval.

Abeko selur bæði klæðir til hann og hana, frítíðarklæðir, arbeiðsklæðir og aðrar vørur. Teir hava eitt sera stórt úrval av klæðum og er góðskan avbera góð.

Ætlanin er at Abeko skal fáast til keypst kring alt landi. Leita verður nú eftir teimum røttu handlinum, sum skullu selja vørurnar hjá Abeko. Í dag arbeiða 200 fólk hjá Abeko og virka tey í Svøríki, Finlandi, Pólandi, Norra, Danmark og nú Føroyum. Tilsamans tilvirkar og selur Abeko umleið eina millión pløgg um árið, meira fæst at vita á heimasíðuni www.simun.dk .