Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ábendingar um somu KÍ søguna

Jákup Ósá

Eftir 7. umfar eru ábendingar um, at KÍ hevur somu trupulleikar sum seinastu árini. KÍ visti, at vann liðið á Argjum, so kom liðið í topp 4 fyri fyrstu ferð í longri tíð, tá vit tosa so seint í kappingarárinum.

KÍ sat á tí mesta í dystinum á Argjum í fyrra hálvleiki. Tveir kjansir komu og báðar átti KÍ. Í seinna hálvleiki var dysturin meira javnur og tvey mál komu. Fyrst kom AB á odda, men Páll A. Klettskarð javnaði stutt eftir. Júst millum at AB skoraði og at KÍ javnaði, so hevði KÍ sína bestu løtu í dystinum. Eftir útjavnandi málið javnaði dysturin seg út. KÍ fekk at føla, hví AB stendur seg so væl móti topp liðunum, hóast KÍ vanliga stendur seg væl á Argjum. Í síðsta minutti mundi Páll A. Klettskarð avgjørt dystin til fyrimuns fyri KÍ, sum samanlagt var betra liðið, men Heðin Stenberg stórbjargaði. 1-1 var endaliga støðan og tað kann hvørki AB ella KÍ brúka til nakað nevnivert á stigatalvuni.

KÍ hevði møguleikan at koma í topp 4 fyri fyrstu ferð í longri tíð, men eins og í fjør, so tykist tað sum um, at panikkur kemur í, tá møguleikin er har fyri at koma ímillum tey stóru.