Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ábøtur í kirkjugarðinum úti í Grøv

klaksvik.fo

Kommunan hevur síðani í summar gjørt ymiskar ábøtur í kirkjugarðinum úti í Grøv. M.a. er talan um liðugtgerð av seinna byggistigi, har pláss eru til 150 gravir.

 

Í hesum sambandi er vegurin oman fyri kirkjugarðin gjørdur liðugur við asfalti, ristum, sandfangum o.ø. Fyrsta dagin verða gøtuljós eisini sett upp.

Kommunan hevur brúkt umleið 400 tkr. uppá ymiskt arbeiðið í 2025, og væntast kann, at arbeiðið kann gerðast liðugt í komandi ári.

Ein partur av arbeiðinum er at gera nýggjar gøtur í kirkjugarðinum, og at seta gamlar gøtur í stand. Í hesum sambandi verður ein roynd gørd við plastikkmáttum, har skervur veður lagdur í. Kommunan vónar, at allar gøturnar í kirkjugarðinum, sum ikki eru asfalteraðar, kunnu umvælast við loysnini nevnd oman fyri.

Ætlanin er eisini at gera ymiskt viðlíkahald á kirkjugørðunum á Ziskatrø, á Húsum og í Svínoy.