Grannarnir og økisbúgvar á Biskupsstøð hava heitt á Klaksvíkar kommuna um at gera økið oman fyri spæliplássið á Biskupsstøð til frí- og parkeringsøki.
Kom óvart á
Grannar og økisbúgvar vóru sannførdir um, at økið oman fyri spæliplássið á Biskupsstøð fór at verða nýtt til frí- og parkeringsøki. Tað kom tí óvart á, tá farið varð at grava út fyri einum tvíhúsum á matr.nr. 1284, ið er annað av tveimum grundstykkjum, ið liggja har. Hitt grundstykkið er matr.nr. 1282.
Stórur tørvur á at varveita ta perlu, ið økið er
Spæliplássið og økið oman fyri er (hevur verið) ein sonn perla og eitt eftirstundað frístað fyri økisbúgvarar, íbúgvar á Norðoya Vistarheimi, og ikki minst øll børnini í miðbýnum og á eystara armi. Somuleiðis hjá dagrøktar- og útibarnagarðsbørnunum.
Tað er átrokandi neyðugt fyri trivnaðin í einum íbúðarøki, at frí- og spæliøki eru, og økið á Biskupsstøð hevur verið nógv vitjað, árla og síðla, bæði summar og vetur.
Parkeringspláss eru eisini neyðug
Umframt bilar hjá íbúgvum og vitjandi hevur økið á Biskupsstøð nógva ferðslu og parkeraðar bilar. Serliga nógvir bilar eru parkeraðir ymsa staðni í økinum í sambandi við Klaksvíkar Sjómansskúla og Norðoya Vistarheim. Hesir bilar standa, sum nú er, úti á vegnum, til ampa fyri ferðslu og fólk. Hesin trupulleiki verður ikki minni, tá undirsjóvartunnlinum verður tikin í nýtslu. Tí er bráðneyðugt at gera eitt hampuligt parkeringsøki fram við vegnum, sum kann rúma einum 10 – 15 bilum.
Broyta býarætlanina, so økið verður frí- og parkerinsøki
Heitt er á kommunnuna um at umskipa økið frá at vera sethúsaøki til frí- og parkeringsøki í býarætlanini. At gera hesa broyting í býarætlanini tekur nakað av tíð. Tað eru nakrar formligar reglur og tíðarfreistir, ið skulu haldast, og ikki minst skal broytingin liggja frammi til hoyringar hjá borgarunum eina tíð, men tað letur seg gera, og fleiri dømir eru um, at tað er gjørt – eisini í hesi býráðssetuni.
Víst er á aðrar møguleikar
Grannar og økisbúgvar eru greiðir yvir, at eigarin av matr.nr. 1284 eigur at fáa í boði fíggjarligt endurgjald og evt. annað grundøki at byggja á, ikki minst nú Innlendismálaráðið hevur staðfest, at tvíhús ikki kunnu byggjast á grundøkinum, so sum eigarin ynskti og hevði fingið loyvi til.
Hóast tað ikki er uppgávan hjá grannunum, hava teir víst kommunnuni á møguleika fyri at útvega byggiharranum annað grundstykki.
Matr.nr. 1282 kann kommunan, sambært eigaranum, ogna sær við at lata honum annað grundstykki í staðin (makaskifti).
Grannarnir hava heitt á kommununa um at taka samráðingar upp við báðar eigararnar, við tí fyri eyga at ogna sær stykkini.
Grannanir eru sannførdir um, at er vilji og framskygni frá kommununnar síðu, so letur hetta seg gera, og ein loysn, sum tænir øllum, kann gerast veruleiki.
Abraham Mikladal




