Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Abraham Mikladal, skrivar: Ólógliga byggiloyvið í Klaksvík – viðmerking

John William Joensen

Hetta eru nakrar viðmerkingar til samrøðurnar, Sosialurin hevði við Steinbjørn O. Jacobsen, borgar-stjóra í Klaksvík, Karl Hera Joensen, form. í teknisku nevnd, og Hildebrand Andreassen, byggiharra, leygardagin 21. august.

Fyrst av øllum skal eg vegna grannarnar til matr.nr. 1284 og økisbúgvarnar gera greitt og undirstrika, at vit einki hava ímóti Hildebrandi Andreasen, ið eigur matr.nr. 1284. Tað veit Hildebrand Andrasen eisini, tí eg og fleiri við hava greitt honum frá hesum. Hildebrand er ikki beinleiðis partur í málinum, hann hevur søkt um og fingið eitt byggiloyvi frá Klaksvíkar kommunu, sum nú er ógildað av Innlendismálaráðnum. Beinleiðis partar í málinum eru Klaksvíkar kommuna og grannar/økisbúgvar.
Tað er Klaksvíkar kommuna við m.a. Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra, sum ovasta umsitingarleiðara og Karl Hera Joensen, form. í teknisku nevnd, sum hava ført eigaran út í óføri við at hava brotið byggisamtyktina í tveimum, ella rættari, í trimum førum:
1. Við ikki at lata byggimálið út til hoyringar hjá grannunum, sum ásett í §9 stk. 3
2. og at hava loyvt so stórum fráviki í byggiloyvinum, at farið er langt út um tvær ásetingar í byggisamtyktini.
Karl Heri Joensen, form. í TN, sigur í viðtaluni, at talan var um 46 fermetrar, sum gjørdu, at Innlendismálaráðið ógildaði byggiloyvið. Men hetta er bert hálvur sannleikin. Talan er um tvey ógvislig brot á byggisamtyktina.

Brot 1
Innlendismálaráðið sigur:
"Grundgevingin fyri hesum er, at byggistigið við ítøkiliga frávikinum veksur munandi og verður umleið ein triðing størri, enn ásett er í byggisamtyktini – ábyggingarstigið sambært byggiloyvinum svarar til 198 m2, hóast § 5, stk. 4 ásetur, at byggistigið í mesta lagi kann verða 0,3 (sum svarar til 150m2)" (her er talan um eitt brot á byggisamtyktina uppá 48 m2)

Brot 2
Sum nevnt er talan um tvíhús, og tá ásteur byggisamtyktin 400 m2 til hvønn partin av einum tvíhúsum, sostatt má grundstykkið vera minst 800 m2.
Byggisamtyktin loyvir í mesta lagi eitt frávik til 300 m2 fyri hvønn partin av einum tvíhúsum, sostatt má grundstykkið vera minst 600m2 , tá størsta frávik er givið. Men grundstykkið er bert 500m2

Innlendismálaráðið sigur:
"Aftrat hesum kemur, at tvíhús verða bygd á einum grundstykki, sum samanlagt er 500 m2, hóast byggisamtyktin í hvussu so er krevur 300 m2 fyri hvønn partin av einum tvíhúsum, ella samanlagt 600 m2." (her er talan um eitt brot á byggisamtyktina uppá 100 m2)

Abraham Mikladal