Pól Jóhannus Justinussen royndarvenur hesa vikuna í Íslandi. NSÍ venjarin arbeiðir útfrá, at sterki verjuleikarin verður ikki við NSÍ í ár.
Pól Jóhannus Justinussen royndarvenur hesa vikuna í Íslandi.NSÍ venjarin arbeiðir útfrá, at sterki verju- og miðvallaleikarin verður ikki við NSÍ í ár.
Pól Jóhannus Justinussen hevur royndarvant við øðrum feløgumfyrr í vetur og hevur verið lítið við í NSÍ fyrireikingunum. Nú er hann farintil Íslands og venjarin hjá NSÍ væntar ikki, at hann kemur aftur.
– – Pól Jóhannus er farin til Íslands atroyndarvenja við felagnum Fylkir. Og skal eg siga sum er, so havi eg lítlarvónir fyri at fáa hann aftur. Tí arbeiða vit útfrá, at Pól Jóhannus ikki verðurpartur av NSÍ í 2013, sigur Abraham Løkin við Norðlýsið.
Hann sigur annars, at tað hevur gingið ógvuliga misjavnt hjáNSÍ í venjingardystunum og at liðið í løtuni ikki er nóg gott at kappast um teyfremstu plássini, sum fleiri annars hava nevnt.
– – Vit hava spælt góðar dystir og vit hava spæltvánaligar dystir. Sum heild hevur tað verið miðal og vit síggja út sum eittmiðal lið í løtuni. Skulu vit uppí toppin, so mugu vit blíva væl betri enn tað, ið vit hava víst higartil. Vit hava fingið góðar leikarar, men vit hava eisinimist góðar leikarar samstundis sum vit skulu leggja spælistílin nakað um. Ífjør ráddi tað fyrst og fremst um at halda sær í deildini. Í ár skulu vit soroyna at koma longur upp á stigatalvuni og har hava vit valt at raðfesta atspæla álopsfótbólt í so stóran mun, sum vit megna hetta. Men liðið er sera ungt,so nú fáa vit at síggja, sigur Abraham.
Abraham sigur, at tað einans kemur uppá tal at hyggja eftir styrki, um felagið missir Pól Jóhannus. Hann metir annars HB sum favoritt at vinna FM í ár. Størstuavbjóðararnir væntar hann vera EB/Streymur og Víkingur.




