Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Absalon í Buð vildi ikki viðgera svartkjaftakvotuna sum ”skundmál”

Helgi Abrahamsen

Absalon í Buð vísti á í Fiskivinnuráðnum, at heildarkvotan var kunngjørd á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum longu 19. januar, og tí dugdi hann ikki at síggja nakra orsøk til at senda málið til Fiskivinnuráðið ein heilan mánað seinni sum skundmál.

Hósdagin í farnu viku var fundur í Fiskivinnuráðnum um nýggju kunngerðina um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti í 2017.

Fiskivinnuráðið er mannað við umboðum fyri vinnuna, og sambært lóg skal landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum leggja øll týðandi fiskivinnumál og øll uppskot til lógir og kunngerðir, sum hava við fiskivinnuna at gera, fyri fiskivinnuráðið til ummælis.

Sambært fundarfrásøgnini frá fundinum í Fiskivinnuráðnum hevði Fiskimálaráðið heitt á ráðið um at viðgera broytingar í svartkjaftakunngerðini sum skundmál, tí fleiri av svartkjaftaskipunum eru um at verða liðug at fiska sína kvotu, men hesum tók umboðið fyri Meginfelag Útróðrarmanna, Absalon í Buð, ikki undir við. Hann vísti á, at heildarkvotan var kunngjørd á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum longu 19. januar, og tí dugdi hann ikki at síggja nakra orsøk til at senda málið til Fiskivinnuráðið ein heilan mánað seinni sum skundmál.

Í Fiskivinnuráðnum eru hesi feløg:

Føroya Ráfiskaseljarafelag, Føroya Ráfiskakeyparafelag, Føroya Reiðarafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Føroya Maskinmeistarafelag / Føroya Motorpassarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Meginfelag Útróðrarmanna, Feløgini hjá arbeiðsfólki á fiskavirkjunum, og harumframt velur landsstýrismaðurin 1 umboð, sum er formaður, og 1 varaumboð, sum er varaformaður.

Landsstýrismaðurin hevur skyldu til at hoyra Fiskivinnuráðið, men hann hevur ikki skyldu at gera eftir teirra ráðgeving.