Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ábyrgdin liggur einans hjá Kringvarpinum

John William Joensen

Tað er gott at Kringvarpið vísir sjálvkritikk og alment sigur frá um miseydnaðu Nýggjárssendingina í Sjónvarpinum og nú lovar, at hesin leistur ikki verður royndur aftur. Hinvegin haldi eg tað vera beint fram ábyrgdarleyst at kasta alla skyld á hann, ið slapp at samskipa sendingina, tí eingin annar vísti áhuga, sum stjórin segði fyri jól, sigur viðmerkjarin Birgir Kruse, sum m.a. hevur skriva bókina Fjølmiðlar.

– Nei, eingin annar enn Kringvarpið hevur ábyrgdina av, at tað kom so langt, sum tað gjørdi í hesum púra skilaleysa føri. Kringvarpið hevur verið so aktivt í fyrireikingini, at savn, útgerð og manning vórðu tøk til hesa sending hjá einum uttanhýsis veitara, sum tó arbeiddi innanhýsis frammanundan. 

– Eg havi í trý áratíggju gjørt sendingar fyri Útvarpið, eisini Náttarravnar, sum helst var fyrsta føroyska kommersiella sending við risastórum vinningum og ríkum møguleikum fyri product placement, men aldri havi eg upplivað so leysar endar, sum í hesum føri. Í gamla Útvarpinum vóru mørkini altíð greið og vit mongu free-lancearar og leiðslan i Útvarpinum høvdu altíð eina greiða fatan av mørkum, uttan at so nógv orð altíð vórðu søgd og feld niður á pappír. 

-Vónandi hevur Kringvarpið sjálvt lært ein heilan hóp av hesum smeiti, sum bara Kringvarpsleiðslan og eingin hálv- ella heilprivatur veitari kann ábyrgdast fyri, sigur Birgir Kruse í viðmerking eftir at stjórin í Kringvarpinum í dag sendi út tíðindaskriv har hann harmast um miseydnaðu nýggjárssendingina og leggur stóran part av ábyrgdini hjá samskiparanum, sum eftirfylgjandi fór úr starvi.