Tórbjørn Jacobsen vil hava landsstýrismálanevndina at viðgera málið um millumbylgjusendaran
Landsstýrismálanevndin,
Glyvrum, 16. mars 2005
v/ Kára P. Højgaard, formanni,
FO-600 Saltangará,
Føroyar.
Viðvíkjandi Millumbylgjusendaranum :
Millumbylgjusendarin í Akrabyrgi varð í sínari tíð keyptur og settur upp, fyri at fyrst og fremst føroyskir fiskimenn, útróðrarmenn, fólk í økjum harið FM-netið illani rakk og føroyingar í næstu grannalondum okkara kundu hoyra føroysku public-service rásina Útvarp Føroya.
Føroyski skattgjaldarin hevur goldið fyri Millumbylgjusendaran yvir løgtingsins fíggjarlóg. Hann kostaði tíggjutals milliónir krónur at fáa til sættis og hevur verið omanfyri nevndu bólkum av fólki til stóra og avgerandi nyttu. Umframt, at hann hevur verið ein partur av public-service hugtakinum, ber til at siga, at hann eisini er ein partur av føroyska tilbúgvingarverkinum.
Nú slóknaði sendarin so fyri tíð síðani og føroyskir innløgumenn, okkara fiski- og útróðrarmenn, eru harvið valdir frá, ella eru ikki longur ein partur av tí kunning og vitan, sum Útvarp Føroya, alment goldni public-service stovnurin varpar út til føroyingar frá morgni til myrkurs. Hetta má metast sum ein óbótaligur missur hjá hesum monnum og kvinnum, sum eru framherjar í premiervinnuni, ið er búskaparliga megingrundin undir føroyska samfelagnum.
Dúgliga hevur verið gitt um, hvørið hevur ábyrgdina fyri hesum sorgarleiki. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur runnið undan og hevur roynt at sjeklað málið uppí almenna partafelagið Føroya Tele. Stjórin á hevum stovninum varpar málið aftur har tað er frákomið, og tað seinasta er so, at landsstýrismaðurin hevur gjørt eina kanning av sær sjálvum og sínum málsøki hesum viðvíkjandi. Sambært útvarpinum á miðdegi ídag fer hann seinri at handa løgmanni eina frágreiðing um málið.
Føroya Løgting hevur í sínari tíð keypt og goldið fyri Millumbylgjusendaran, og eigur hann harvið. Á hvørjum ári verður peningur játtaður yvir fíggjarløgtingslógina til at viðlíkahalda almenna sendinetið, harið mullumbylgjusendaran er íroknaður. Løgtingið hevur valt at lata Landsstýrinum umsitingina av sínum ognum upp í hendur, og løgmaður hevur lagt sendinetið og harvið eisini Millumbylgjusendaran til Vinnumálaráðið at umsita og reka. Eftir tað hevur Vinnumálaráðið gjørt eina avtalu við Føroya Tele um tann praktiska partin av hesum rakstri.
Støðan er óhaldbar og er avvarðandi pørtum til lítlan sóma. Táið almennu tíðindini um hetta málið hava gruggað meira enn greitt tað, og nú Landsstýrið er farið at kanna seg sjálvt í málinum, fer undirritaði at heita á Landsstýrismálanevndina, um at taka málið um Millumbylgjusendaran upp til viðgerðar beinan vegin. Tað er onki annað enn rímiligt, at Løgtingið, sum er ánarin av sendinetinum, kemur sær uppi málið, viðgerð tað og greiðir tað, soleiðis at orsøkin til hesa sera óhepnu støðu fyri okkara siglandi fólk, og onnur við, verður funnin, og ábyrgdin fyri hesi ólíkindi plaserað á røttum stað.
vinarliga
Tórbjørn Jacobsen,
løgtingsmaður.




