Acoustica Trio eru í Føroyum 28-30 sept.
Acoustica Trio.
Rytmiskur akustiskur gittar- og sangbólkur.
Acoustica Trio er mannaður av Stanley Samuelsen, Steen Vidar Larsen og Øistein Rian, allir royndir gittarleikarar og sangsmiðir. Teir koma út yvir pallkantin við skemti, sorgblídni,álvarsemi, kærleika og hugleiðing.
Acoustica Trio seta við teirra góða gittarspæli og sangliga samljóði en serligan dám á teirra framførslu ið gevur áhoyraran eina ógloymandi uppliving.
Acoustica Trio framføra egnar sangir á froyskum, norskum og donskum, og tá teirra íblástur kemur frá so mætum bólkum sum td Beatles, Eagles og Crosby Stills & Nash, er tað natúrligt at krydda framførsluna við klassikarum frá hesum bólkum.
Stanley Samuelsen er viðurkendur víða um sum gittarsnillingur ið fevnir yvir fleiri tónleikastílar. Hann hevur eisini fingi mentunnarheiðursløn frá danska felagsskapinum LO. Tvær fløguútgávur hava gjørt Stanley kendan í Føroyum, og hevur hann haft fleiri konsertferðir her seinastu árini.
Steen Vidar Larsen hevði sína fyrstu almennu famførslu sum 15 ára gamal. Hann er ein fløltáttaður gittarleikari við serligum tokka til jassin. Er sera virkin sum sangsmiður, og hevur skriva bæði til ”Det Norske Teatret” í Oslo og til aðrar tónleikarar, og er hann ofta at hoyra í NRK.
Øistein Rian hevur spælt á gittara síðan hann var 12 ára gamal, og var við í vælkenda norska rokk/popp bólkinum Firestones ið var nógv frammi í seksti- og sjeytiárunum. Umframt at vera sera dugnaligur gittarlekari og tónasmiður er Øistein virkin í fleiri kórum har suðuri í Norra.
Acoustica Trio, Tour Plan efterår 2007
28/9 Færøerne, Klaksvík, Atlantis 21.00
29/9 Færøerne, Fuglefjord, Ribarhus 20.00
30/9 Færøerne, Tórshavn, Nordens Hus 16.00
2/10 Danmark, Tisvilde Bio 19.30
5/10 Danmark, Ro’Folk, Roskilde 18.00
6-9/10 Polen, Warschawa
12/10 Danmark, København, Faroe House 22.00
13/10 Danmark, Hillerød Slotsbio 21.30
16-21/10 Litauen, International Folk Festival
Omtale
Færøerne:
Stanley Samuelsen telist millum bestu fólkatónleikarum vit eiga og liggja ein long røð av perlum eftir Stanley (Dimma 10/4-07)
Listaligt dýrdarkvøld í Riberhúsi. At vera so musikalskur og hava so gott oyra sum Stanley, er fáum givið í vøggugávu. Og best av øllum: Stanley hevur nýtt sínar gávur væl. Han dugur væl at yrkja, umframt at vera góðurlagasmiður. Ein Hegnismaður! Tú kanst bert kína allari hansara framførslu. Guitarleiðari av Guðs náði, sum dugar at skapa eina heildarmynd, ið ber yrking, lag, rák og fatan á serligt støði. Framúr eftir mínum tykki. (Sosialurin 18/7-07 Dávur Winther)
Tað eru ikki nógvir føroyingar sum buurtur av liva av rútmiskum tónleiki. Sigur tú Eivør og Teitur, eru tú næstan komin runt. Men i Danmark býr ein fuglfirðingur, sum siðani fyrst í 80-árunum hevur kunnað rópt seg professjonellan sangara og tonleikara. Stanley Samuelsen er navnið. Tað eru ikki annað enn sjey ár síðani Stanley Samuelsen bleiv heimskendur í Føroyum. Tá kom fyrsta solofløgan hjá honum á føroyskum út, og hon og eisini tann sum kom út í fjør varð serstakliga væl móttikin. Tá tú lurtar, hoyrir tú , at talan er um valaverk. Um eitt álítandi profesjonelt arbeiði, sum er lagt í innspælingarnar. Har er einki at finnast at átí tøkniliga og listarliga økinum. (Vinnuvitan 7/12-06 Leif Láadal)
Stanley er en rutineret mand og han spiller som en drøm på guitaren. (www.planet.fo 3. aug 2007)
Tað hevur verið nógv tosað um prísin á G! í ár. Men løtur, sum tann, tá Stanley Samuelsen sang einastandandi vakra sangin ”Um eg kundi Kvøðið”, fólk tendraðu sínar tendrarar og stóðu arm í arm og sungu við, ja, ein tílík løta er trupul at gera upp í pengum. Hvat hun er verd í krónum og oyrum, veit eg ikki, men dýrabært tað er tað í øllum førum.(Dimma 24/7-2006 Jan Lamhauge)
Finland:
En av publikfavoriterna från Nordisk Visfestival år 1999 är tillbaka! Stanley Samuelsen från Färöarna berörde både publiken och kritikerna i Hangö med sitt fenomenala gitarrspel.
Stanley Samuelsens framträdande på årets festival var helt enkelt fantastiskt.
Superlativen räcker inte till för att beskriva den upplevelse man fick av den sympatiske Stanley! (www.visansvannerihango.net) juni 2007
Sverige:
Stanley Samuelsen är en av de riktigt stora i nordiska musiken. En helt suverän gitarrist. Detta kan bland annat höras när han framför sin egna briljanta "Regn".(www.helsingborg.se) juni 2007
Vi har netop oplevet tre guitarister på scenen på samme tid, men de to af dem var usynlige.
( Per Sörman om Stanleys solo optræden på Helsingborg festival 28. juli 2007)




