Amnesty International Føroya deild ynskir at varpa ljós á flóttafólkaspurningin í samband við, at útlendingamál eru á politisku dagskránni. Flóttafólk eru eisini ein átrokandi trupulleiki í Evropa, og fyri fáum døgum síðani lótu fleiri deildir hjá Amnesty 70.000 undirskriftir til Evropatingið við slagorðunum S.O.S. Evropa, fyri at fáa evropeisku londini at fara saman um ein felags flóttafólkapolitik.

Føroya deild varpar ljós á flóttafólkaspurningin á almennum tiltakið hóskvøldið 2. mai kl. 19.00 í Mannarættindarúminum á Kongabrúnni í Havn.
Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á flóttafólk og umrøða eitt evnið, sum annars sjálvdan verður umrøtt í Føroyum. Vit spyrja m.a., um Føroyar hava ábyrgd at taka ímóti flóttafólki?
· Halgir Winther Poulsen, løgfrøðing, fer at greina altjóða lóg í samband við flóttafólk.
· Bergur Berg, fultrúi fer at greiða frá arbeiðdum, sum hevur verið gjørt í umsitingini, í samband við flóttafólkaspurningin seinastu árini.
· Vit vísa nýggja filmin: ”Føroyar og flóttafólk”, har vit lýsa politiska landslagið í 2013 í samband við flóttafólkaspurningin.
· Siri Tórgarð, dagligur leiðari hjá Reyða Krossi fer at greiða frá sjónarmiðunum hjá Reyða Krossi.
· Og Amnesty fer at leggja fram viðmæl, sum felagsskapurin hevur til donsku stjórnina í samband við flóttafólkaspurningin.
· Unn Patursson kemur at syngja til tiltakið.
Tiltakið er viðkomandi fyri almenningin sum heilt og fólk, sum arbeiða innanfyri økið, eins og hetta eisini er eitt upplagt høvi hjá politikkarum og ungdómspolitikkarum at kunna seg um evnið.
Øll eru vælkomin í Mannarættindarúmið á Kongabrúnni í Havn kl. 19.00 hóskvøldið 2. mai
Vinarliga
Nevndin í Amnesty International Føroya deild