Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aðalfundurin hjá Háskúlafelagnum

tidindaskriv

Vónandi koma bæði gamlir og nýggir háskúlavinir á fund. Umframt skrá sambært viðtøkum felagsins, verður felagssangur, Jógvan Andrias Joensen fer at siga nøkur orð, og Jógvan Andrias og Hanus G.Johansen fara at syngja nakrar sangir.

Aðalfundurin hjá Háskúlafelagnum verður á Grækarismessu, hóskvøldið 12.mars, kl.19.30.

Vónandi koma bæði gamlir og nýggir háskúlavinir á fund.

Umframt skrá sambært viðtøkum felagsins, verður felagssangur, Jógvan Andrias Joensen fer at siga nøkur orð, og Jógvan Andrias og Hanus G.Johansen fara at syngja nakrar sangir.

Ein breyðbita og ein drekkamunn fáa vit eisini.

Føroya Fólkaháskúlafelag varð stovnað Ólavsøkuaftan 1912. Yvirskipaða endamálið var at styðja háskúlan og at fremja samanhald millum teir næmingar sum har høvdu verið.

Háskúlafelagið hevur hesi árini stuðlað skúla og næmingum fíggjarliga, og hevur virkað fyri at fáa ung at søkja skúlan. Felagið hevur eisini givið út árbøkur og hevur annars roynt atkunna um ta serstøðu Háskúlin hevur í samfelagnum, sum føroyskur mentunarstovnur.

Líka síðani stovnandi aðalfundin í 1912, hevur Føroya Fólkaháskúlafelag á hvørjum ári skipað fyri fólkafundinum á háskúlanum, ólavsøkuaftan.

Hesi góð 100 árini hevur felagið havt góða undirtøku kring alt landið, og onkuntíð hevur limatalið verið væl omanfyri 1000 fólk.
.
Fyri at felagið eisini framyvir skal kunna stuðla háskúlanum og fremja samanhald millum fyrrverandi og framtíðar næmingar, so vilja vit heita á allar okkara vinir úti um landið, um at gerast virknir í felagnum, og at koma á aðalfund á Háskúlanum, Grækarismessudag, 12.mars, kl.19.30.