| Ársaðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum verður hildin 8. mars kl. 14 á Parnassinum, Hotel Hafnia Skráin er sambært lógini hendan: 1. Val av fundarstjóra. 2. Frágreiðing formansins. 3. Leggja fram roknskap til góðkenningar. 4. Uppskot um lógarbroytingar. 5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum. 6. Ásetan av limagjøldum 7. Velja skrásettan grannskoðara. 8. Ymiskt. Aftaná aðalfundin verður smyrjibreyð og okkurt drekkandi at fáa. Limir kunnu koma á skrivstovuna at kunna seg um roknskap og møgulig uppskot at leggja fyri aðalfundin teir seinastu 14 dagarnar áðrenn fundin. Jóan Petur Patursson og John Højsted hava innan 15. desember 2013 boðað frá, at teir stilla upp til nevndarval. Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu koma á skrivstovuna at velja við brævatkvøðu. |




