Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

AÐALSTJÓRI TIL UTTANRÍKIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ

LÝSING

Vit sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og framskygdum aðalstjóra at standa á odda fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðnum


Starvið:

Aðalstjórin er næsti ráðgevi hjá landsstýrismanninum og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Aðalstjórin er ovasti leiðari fyri ráðið.


Høvuðsuppgávur:

· Leiða og samskipa arbeiðið í stjórnarráðnum,

· samskipa og fyrireika uppgávur á málsøkjum hjá stjórnarráðnum, nevnd niðanfyri,

· fyrireika lógir, kunngerðir og reglugerðir innan virkisøkið,

· hava eftirlit við stovnum undir stjórnarráðnum, og

· tryggja, at aðrar viðkomandi uppgávur, sum hoyra virkisøkinum til, verða framdar


Førleikakrøv:

Kravt verður, at umsøkjarin hevur:

· útbúgving frá hægri lærustovni á hædd við kandidatprógv,

· leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum, og

· vitan um almenna fyrisiting.

· fyrimunur er, um umsøkjarin hevur vitan og royndir á uttanríkisøkinum og/ella vinnumálaøkinum.


Umráðandi er, at tann, ið verður settur:

· hevur góð leiðslu- og samstarvsevni umframt mennandi leiðslustíl,

· hevur gott strategiskt skil og er slóðbrótari í verkseting av strategiskum arbeiði,

· dugir at seta greið mál og skapa úrslit,

· hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga,

· hevur góðar málførleikar, og

· megnar til tíðir at arbeiða undir stórum trýsti.


Tann, ið verður settur, skal hava gott innlit í politisk viðurskifti og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í einari politiskari fyrisiting.

Týdningarmikið er, at viðkomandi hevur vilja og hegni at ganga nýggjar leiðir.


Setanarviðurskifti:

Starvið er tænastumannastarv. Starvsheitið er aðalstjóri, og er starvið flokkað í 39. lønarflokki. Harumframt er ein mánaðarlig viðbót upp á kr. 5.094,67. Viðbótin er ikki eftirlønargevandi. Tey fyrstu 2 árini eru at rokna sum royndarár.

Møguleiki er eisini fyri, at starvið verður sett tíðaravmarkað sambært § 2 nr. 3 í tænastumannalógini. Um so verður, fær viðkomandi eina ávísa avtalaða eyka lønarviðbót.

Setanarøkið fevnir um Uttanríkis- og vinnumálaráðið, stovnar undir tí, Løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin er í løtuni Uttanríkis- og vinnumálaráðið.


Umsókn:

Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum skulu stílast til løgmann og sendast til:

Løgmansskrivstovan,

Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri,

Tinganes,

Postrúm 64,

110 Tórshavn

Ella: info@tinganes.fo


Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. september 2016 kl. 12.00. Starvið verður at seta, so skjótt sum til ber eftir avtalu.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra, tel.: 30 60 00 ella 55 10 30.


Uttanríkis- og vinnumálaráðið er eitt av stjórnarráðunum í landsfyrisitingini. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur um hendur uttanríkis- og vinnumál. Hann veitur øðrum landsstýrismonnum stuðul í altjóðarættarligum málum og protokollmálum. Hann umsitur m.a. alimál, ferðavinnu, handilsmál, integrasjónsmál, jarðfrøði, kolvetni, norðurlandamál, oljumál, sjóvinnumál, tónleikavinnu, tryggingarmál, veterinermál, vinnufeløg og vinnumál.  www.uvmr.fo  

VIT DRAGA EINA LÍNU – VIT SETA SKYNSEMI Í HÁSÆTI – VIT VILJA VITA – VIT BRÓTA SLÓÐ

Harleywoodpaint