Aftaná sendirøðina, Gud signi Føroyar, kunnu mong av okkum møguliga ikki heilt bert gloyma og lata fara aftur við borðinum alt sum kom fram, fyriskiparin lat okkum árenn vita, at hetta var gjørt fyri at kasta ljós á skaparan og samkomulívð her á landi, eg eri samdur við honum í, at tað áttu vit føroyingar at tola um so skuldi vera.
Persónliga hugsi eg um leiðandi skúlafólk okkara, hvørs ágrítna manning viðvíkjandi t.d.Menningarlæruni ikki helt seg aftur,eins og teir í av fyrstin tíð, á Oljufjallinumsína fyngu boðini um at fara út í allan heim at boða gleðiboðskapin, fyri øllum fólkasløgum, nú løgdu tey av okkara skúlalfólkum o.o.vit hoyrdu, orku í at tileinkisgera tjarina í boðskapinum guðs sonur áleyga apostlunum at bera okkum fyri tvey túsind árum síðan.
Nú voru tað ikki bert skúlafólk í úttalaðu seg um menningarlæruna o.a. men undirtøka tóktist vera millum fólk, enntá langt uppi í stiganum, serliga um at vit ikki skuldu hava eina trúgv í ikki kundi prógvast, tað sá og sær út til at vera loysingar orið til skúlanæmingar.
Okkara sokallaða modernaða søga er á tremur av sterkum, groteskum dømum um hvussi aðaltjarnin makthavarnir, teir etableraðu o.a. avnokta og útiláta fakta sum ikki passar inn við teirra filosofi, samfelagssjónarmið og politik. Tað er nokk bert at nevna nazistarnar, facistarnar og kommonistarnar, sum allir vóru stulaðir av teirra vitinskapsfólkum og tí akademisku elitini, undantikið nøkur fá, alt annað var feiða av borðinum og blankt avnokta.
Somu avnoktan av fakta, funnun prógvum og annarleiïs hugsandi, sæst tíðuliga í dag aftur í akademisku elitini sum nærmast tilhoyrur og hevur gjørt seg til fremsta talsman fyri evulutionistisku útviklingslæruni. Og stýgur fram eins og ein lynsihópur, sum finnur saman fyri at hanga ein og hvønn út við annarleiðis sjónarmiði, og skuldseta tey fyri at vera óvitinskapulig og óseriøs. Elitan kontrolerarar fróðskaparsetrini, runt umkring, situr í stýrinum fyri ymisku setrunum og legatum, sum seta nýggjar professarar og geva námstytk til komandi granskarar.
Men um ein ungur vitinskapligur granskari hevur onnur sjónarmið enn verðandi akademiska elitan, eru avmarkaðir møguleikar fyri viðkomandi at móttaka nakran stuðul ella stillningar, teir vera sæddir uppá eins og spedalskir og vera ávístir umhvørvi fyri sínum líkum.




