Forkvinnan í Aðanevndini hjá FSF, Ingun Eiriksdóttir, sigur at nevndin hevði fund gjárakvøldið og hon vantar eina niðurstøðu í kvøld.
Fótbóltsambandið boðaði í vikuni frá at kæran um leikaraloyvið hjá Christiani Mouritsen verður latið aðanevndini. Nevndin skal sjálv gera av, um hon hevur heimild at viðgera málið eftir at spælaraloyvið er avgreitt í kappingarnevndini hjá FSF.
Ingun Eiriksdóttir er formaður í aðanevndini og hon vil ikki gera viðmerkingar til málið.
– Vit viðgjørdu málið á fundi gjárakvøldið og eg vanti at vit eru komin til eina niðurstøðu í kvøld.
– Vit hava í løtuni eini seks mál til viðgerðar so tað er eitt sindur trupult at siga við vissu um nær feløgini fáa niðurstøðuna at vita.
Umframt Ingun Eiriksdóttir sita Anni á Hædd og Sissal Christiansen eisini í nevndini.
Tað ljóðar at Aðanevndin ivast í um heimild er at viðgerða málið av nýggjum.
Sum skilst umhugsar KÍ at kæra málið og málsviðgerðina í FSF til UEFA.




