Stockholm: Best umtókti sangurin umborð á Atlantic Airways á veg til Stockholm var uttan iva Albert Adu. KÍ viðhaldsfólkini tykjast hava tikið toppskjúttan til sín.
Albert Adu, sum er toppskjútti hjá KÍ og er leikarin við bestu hagtølunum í mun til spælitíð, hevur ikki roynt at spælt Europa fótbólt fyrr enn nú.
– Hetta er fyrstu ferð eg spæli í Europa kapping. Tað er ein stór og spennandi uppgáva. Tað var eitt sera gott úrslit fyri okkum í fyrra dystinum móti AIK. Kenslan var góð eftir dystin, tí vit føldu, at vit góvu okkum 100 prosent. Hart arbeiði gav úrslit og nú hava vit møguleikan hósdagin.
– Tað var trupult at spæla í álopinum og bæði eg og Páll máttu arbeiða harðari og longri aftur enn vanligt. Tað verður ein enn truplari dystir hósdagin. Vit mugu geva alt og meir enn tað, so vænti eg, at vit hava ein møguleika, segði Albert Adu við Norðlýsið seinnapartin.
Adu sangurin rungaði
Í KÍ hava nógvir leikarar sín egna sang, sum viðhaldsfólkini syngja til fleiri av dystunum. Ein av teimum feskastu er tann um Albert Adu og hann var sangurin, sum koyrdi oftast í flogfarinum á veg til Stockholm. KÍ áskoðararnir hava tikið toppskjúttan til sín.
– Fyri at vera erligur, so elski eg sangin. Tað gevur eyka orku á vøllinum, tá tú hoyrir viðhaldsfólkini syngja. Hetta eru bestu áskoðarar, sum eg havi sæð í Føroyum. Og fyri at vera erligur, so vóru KÍ áskoðararnir ein orsøk til, at eg skifti til KÍ. Síðsta ár var eg til steypafinaluna og sat millum KÍ áskoðararnar. Og mátin sum øll vístu í passion var heilt ótrúligur, segði Albert Adu við Norðlýsið.




