Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Advokatur, nevndarlimur og løgtingslimur

John William Joensen

Bjørn á Heygum, sum seinastu árini hevur verið nevndarlimur og advokatur hjá Kongshavnar útgerðarfelag, var eisini limur í vinnunevndini hjá løgtinginum, tá lógin um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum varð samtykt.

Løgmaður gjørdi greitt í tíðindasending í Rás2 at orðsøkin til at hann framvegis hevði álti á landsstýrismanninum í fiskivinnumálum var at einki í kanningini hjá løgmanni próvaði at Tórbjørn Jacobsen og teir rundan um kongshavnar útgerðarflag vistu annað enn at partabrøvini í Atlantic Petroleum høvdu tað virði sum tey vóru seld fyri.
Keypari var landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum.

Spurdur um hvørji prógv Løgmaður bygdi sína niðurstøðu á  var svarið; samrøður við Tórbjørn Jacobsen sjálvan og advokatin hjá honum, Bjørn á Heygum:

– Bjørn á Heygum hevur greitt frá at teir fingu eitt munnligt avslag frá EIK, og at tað tískil eingi skrivlig prógv eru um hetta og tá løgmaður ikki hevur heimildir sum ein dómarakanning – so eri eg noyddir at trúgva tí sum advokatar og grannskoðarar siga.

Orðini hjá Advokatinum vigað tungt
Bjørn á Heygum hevur seinastu mongu árini verið nevdarlimur í Kongshavnar Útgerðarfelag umframt at hann hevur verið advokatur hjá felagnum.

Sambart skjalatilfarið sum Norðlýsið hevur – er tað eisini Bjørn á Heygum, nevndarlimur og advokatur, sum síðan 2003 hevur umboða felagið í samskiftinum við mynduleikarnar.

Tann 29. september 2006 skrivar Bjørn á Heygum vegna Kongshavnar Útgerðarfelag bræv til fíggjarmálaráðið.

Í samband við at rækjutrolarin Napoleon varð seldur á tvingsilssølu í mars í ár fullu øll studningslánini í landskassanum til gjaldingar, tá øll skuldin í skipinum ikki var niðurskrivað um hetta mundi.

Undirritaði skal tískil, sum advokatur fyri eigaran av Kongshavnar Úgerðarfelag, søkja um, at tilsøgn verður veitt felagnum um at restsskuldin kann halda fram í øðrum fiskifari, sum felagið fer at gera eina roynd at útvega sær, um Fíggjarmálaráðið er sinnað at játta eina slíkari umsókn.

Viðmerkjast skal annars, at soleiðis sum fíggjarliga støðan er í løtuni, so eru ongi útlit fyri at landskassin kann fáa nakran dekning fyri nevnda ágóða.

Úrslitið verður ivaleyst, at felagið fer á húsagang uttan at nakar dekningur verður til kreditorarnar.

Vil Fíggjarmálaráðið hinvegin ganga umsóknini á møti eru ávís útlit fyri at felagið kann yvirliva og halda fram við virksemi sínum.

Sæð í ljósinum av nevndu viðurskiftum og vónleysu útleitum um lánið ikki verður umlagt, vóna vit at Fíggjarmálaráðið kann ganga hesi umsókn á møti.

Sostatt er tað avgerandi fyri Kongshavnar Útgerðarfelag at umsókin frá felagnum verður gingin á møti.

Tað er hendan umsókin sum í løtuni er til viðgerðar í fíggjarmálaráðnum og um umsóknin ikki verður gingin á møtu, so skal felagið hjá Landsstýrismanninum gjalda landskassanum 41 milliónir krónur.

Advokaturin, politikarin og reiðarin
Spolað vit tíðina aftur til 1996 – tá lógin um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan varð viðgjørd og samtykt í løgtinginum er vert at leggja til merkis, at Bjørn á Heygum, sum í 2006 er nevdarlimur og advokatur hjá Kongshavnar Útgerðarfelag, tá var løgtingslimur og partur av meirilutanum hjá Landsstýrinum í vinnunevndini – sum fekk lógina samtykta í tinginum.

Sambart løgtingstíðindum helt Bjørn á Heygum tað tá verða umráðandi at lógin var avmarkað:

Løgtingslóg um umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskiflotanum. Ár 1996, fríggjadagin 22. november legði John Petersen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið.

.….. Meirilutin, Jørgen Niclasen, Bjørn á Heygum, Álvur Zachariasen, Óli Jacobsen, Lasse Klein, heldur at §5 eigur at verða orðað soleiðis, at um skipið verður selt, so fellur alt lánið til gjaldingar, eisini tann niðurskrivaði parturin. Nevndin mælir til, at landsstýrið kann gera undantak frá hesi reglu í tveimum ymiskum førum.

Í fyrsta lagið, tá skipið verður selt av landinum og eitt betri skip kemur ístaðin, tá kann landsstýrið loyva, at niðurskrivingaravtalan verður flutt yviri á nýggja skipið……..

Sostatt er minstakravið til Kongshavnar Úgerðarfelag at felagið útvegar eitt betri skip enn Napoleon og í løtuni eigur felagið einki skip.