Formaðurin í Framsókn og formaðurin í Tjóðveldi løgdu fyri kortum fram misálit á løgmann sum teir skýra fyri lygnara. Blaðstjórin í Sosialinum er sannførdur um at Høgni Hoydal sum undirskrivaði misálitið er ikki egnaður sum løgmannskandidatur
Formaðurin í Framsókn og formaðurin í Tjóðveldi løgdu fyri kortum fram misálit á løgmann sum teir skýra fyri lygnara. Blaðstjórin í Sosialinum er sannførdur um at Høgni Hoydal sum undirskrivaði misálitið er ikki egnaður sum løgmannskandidatur
Talan er um eitt álvarsmál frá Fullveldislandstýrinum og ógvuligt kjak var í 2011 í Norðlýsinum har m.a. Bjørn á Heygum førdi fram at ákærurnar móti formanninum í Tjóðveldi vóru álvarsligar.
Tann 17. mars 2011 skrivar Norðlýsið:
Velur Høgni Hoydal ikki at svara ákærunum sum blaðstjórin á Sosialinum er komin við er ivasamt um Høgni Hoydal nakrantíð kann gerast løgmaður.
Orðini eigur Bjørn á Heygum advokatur, sum m.a. var við til at gera stýrisskipanarlógina.
Í Norðlýsinum tann 8. Mars skrivar blaðstjórin á Sosialinum, Eirikur Lindenskov soleiðis um formannin í Tjóðveldi:
– ……eftir stendur, at Tjóðveldisflokkurin bjar- gaði sær samgongusess við eini loddrættari lygn. Við at skíra okkum og okkara blaðfólk fyri lyg- narar bjargaði hann samgonguni. Við at turka eitt ófantaligt úttalilsi upp á eitt blað, bjargað hann samgonguni. Lygnin er eitt nógv nýtt amboð hjá summum politikarum. Politikarar, sum lúgva, eru kroystir. Tað er eitt vánaligt politikst amboð, tað er tekin um krampa- trekningar. Politikarar sum lúgva eiga ikki at vera politikarar….”
Málið sum blaðstjórin á Sosialinum sipar til er ein samrøða sum Sosialurin hevði við Tórbjørn Jaocbsen í november í 2000 har hesin skýrdi sitandi løgmann, Anfinn Kallsberg, at verða ein danskan leigusvein. Tjóðveldisflokk- urin sæt tá í samgongu við m.a. Fólkaflokkin.”
Høgni kann neyvan gerast løgmaður
Í samband við grein í Norðlýsinum um politisk ávirkan á fjølmiðlar tók skriving seg upp ímillum blaðstjóran á Sosialinum og formannin í Tjóðveldi. At ein so týðandi persó- nur sum blaðstjórin á einum av størstu miðlahú- sunum í landinum skuldsetur formannin í størsta poli- tiska flokkinum at verða lygnara og at hesin ikki átti at verið politikari er álvar- samt og tí bað Norðlýsið um eina viðmerking til útsøgnina frá Bjørn á Heygum, sum m.a. var við til at smíðja stýrisskipanarlógina.”
Hann svarar soleiðis í brævið til Norðlýsið:
– Høgni Hoydal kann heilt einfalt ikki liva við at verða skýrdur lygnari av landsins størsta blað. Hansara trúvirði stendur uppá spæl, og fær hann ikki onkusvegna afturvíst hesi álvarsligu ákæru kann tað blíva trupult at sita við veruligum álitis- størvum, og serstakliga at náa landsins hægsta starvi sum løgmaður. Velur hann ikki at svara, og ei heldur at gera nakað fyri mana hesar skuldsetingar í jørðina, kann hetta mil- lum manna fatast sum ein viðurkenning av sannleikanum í skuldsetingunum. Tað kann sostatt blíva tru- pult framhaldandi at hava ein leiðandi leiklut í politikki uppá hesar fyritreytirnar.
Sí viðheftu fílar




