Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Æðuhvalir í Leirvíksfirði

Norðlýsið

Seinnapartin ídag, fingu vit á Norðlýsinum, at nakrir bóghvítuhvalir, ella æðuhvalir, sum teir eisini vera nevndir, spældu sær út fyri innsiglingini í Leirvík.

Tá vit komu til Leirvíkar, var so skýmligt, at ilt var at fáa góðar myndir, og samstundis vóru hvalirnir farnir so langt frá landi, at ikki meira kom burturúr frá okkara síðu. Tó fingu vit staðfest, sum sæst á myndunum, at talan var um bóghvítuhval. Teir gingu tá norðureftir, ímóti Fuglafirði ella longur norður ígjøgnum Djúpini.


Harleywoodpaint