Farna vikuskiftið kappaðust okkara røsku og treystu svimjarar til Atlantic Open, sum var hildin í Svimjihøllini í Gundadali.
Tað var samstundis seinasta freist at kvalifisera seg til Oyggjaleikir 2023, og fleiri av okkara svimjarum vóru óhugnaliga nær men vóru tíverri akkurát ov stutt.
Tað var serliga Líggjas Joensen, sum í 800 m frí svam seg til tíðina 8.19.16, har kravtíðin til Oyggjaleikir er 8.19.01.
Lea O. Højsted svam seg leygardagin til eitt flott føroyskt met í 100 m bringu við tíðini 1.11.47, men akkurát ov stutt til at klára kravtíðina til Oyggjaleikir, sum er 1.11.42.
Róa Trygvadóttir manglaði eisini bert 1 gott sek. í 400 blandað, tá hon kom á mál við tíðini 5.07.70, og kravtíðin er 5.06.41.
Í Mix stafet setti Ægir nýtt føroyskt juniormet í bæði 4×100 m frí við tíðini 3.47.23 og í 4×100 m blandað við tíðini 4.16.07.
Tey sum svumu 4×100 m frí vóru: Róa Trygvadóttir, Líggjas Joensen, Heini Mohr Askham og Lea Osberg Højsted.
Tey sum svumu 4×100 m blandað vóru: Heini Mohr Askham, Jonna Joensen, Lea Osberg Højsted og Líggjas Joensen.
Tey sum svumu við til hesa kapping vóru:
- Heini Mohr Askham
- Durita Mohr Askham
- Líggjas Joensen
- Jonna Joensen
- Ragnhild Jacobsen
- Róa Trygvadóttir
- Lea Osberg Højsted
- Lea Petersen
- Snorri Fríðheim Mortensen
- Tórir Olsen
Øll settu persónligt met og onkur nál og hópin av gulli, silvuri og bronsu komu norðaftur við
Vit eru so ómetaliga stolt av tykkum øllum og tykkara flotta avrikið
Goooooo Ægir















