Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ægir helt 30 ára dagin

John William Joensen

Leygarkvøldið var stór veitsla í Skálanum í samband við at tríati ár eru liðin síðani svimjufelagið Ægir varð sett á stovn.

Svimjuhøllin í Klaksvík var tikin í brúk í 1974 og stutt eftir hetta var svimjufelagið Ægir sett á stovn.
Millum røðararnar á veitsluni var Poul Nolsø, sum var ein av stigtakarunum til svimjufelagið og fyrsti formaður felagsins. Hann hugleiddi um fyrstu árini hjá Svimjuhøllini í ægir.
–  Eg minnist væl hvussu stóru áhugin var í bygdini fyri høllini.
– Tá hon so endiliga lat upp streymaðu fólk til, men ein stórur trupuleiki var tann at sera fá dugdu at svimja og enn færri at geva frálæru í svimjing.
– Vit vóru nakrir sum tóku okkum saman at skipa fyri tiltakið at fólk kundu læra at svimja.
– Tá vit so komu í høllina stóðu omanfyri 300 menn og kvinnur, flestu omanfyri 30 ár, sum vóru komin at læra at svimja.

Meira í blaðnum hesa vikuna.