Leygardagin vóru tey yngstu hjá Ægir og vitjaðu í Fuglafirði. 35 svimjarar frá aldrinum fýra til sjey ár vóru og hugaði sær í svimjihylinum í Fuglafirði.
Svimjileiðarin Símun á Høvdanum sigur, at hetta er ein liður í at menna svimjingina í Norðoyggjum og at fáa samanhaldið bæði við svimjarar og foreldrini betur. Øll vóru stak væl nøgd við túrin og Ægir takkar Fuglafjarða Svimjifelag fyri góðan blíðskap.




