Um tey fáa tey neyðugu loyvini frá Svimjisambandinum, er rættiliga sannlíkt, at Svimjifelagið Ægir og Fuglafjarðar Svimjifelag í vetur fara at luttaka í kappingunum sum eitt felag, umframt at tey fara at samstarva um venjingarnar.
Seinnu tíðina hevur Svimjifelagið Ægir ikki havt ein nóg stóran hóp av svimjarum til at kunna luttaka í øllum kappingum, eitt nú stafett-kappingum.
Somuleiðis hevur tað gingið og gongur framvegis striltið at fáa teir neyðugu venjararnar, m.a. til 1. liðshópin, sum í løtuni aftur er uttan venjara, tí venjarin seinasta vetur, Jákup Johansen, heldur ikki fram.
FS Ægir.
Tað eru m.a. hesar umstøðurnar, sum hava fingið hesi grannafeløgini at leita saman at kanna møguleikarnar fyri einum tøttum samstarvi, ið á summum økjum kanska meira líkist eini samanlegging.
Talan er nú ikki um nakra beinleiðis samanlegging, men sum Norðlýsið skilir, ætla feløgini at melda seg til svimjikappingarnar sum eitt felag, ið verður nevnt FS Ægir navnið klingar í øllum førum væl og liggur væl á tunguni.
Ov lítil breidd
av svimjarum.
Enn hava tey í Ægi ikki heilt fingið greiðu á, hvussu luttøkan í vetur verður av svimjarunum, ið vóru á 1. liði seinasta vetur, men greitt er, at hópurin framvegis er rættiliga avmarkaður í mun til summi av hinum feløgunum.
Seinastu árini hevur tilgongdin av svimjarum í ávísum aldursbólkum verið rættiliga avmarkað, og av somu orsøk er tilgongdin upp í 1. lið eisini lutfalsliga lítil.
Stórir árgangir
eru tó ávegis.
Um vit hinvegin fara niður til teir yngstu aldursbólkarnar, venda pílarnir beint uppeftir.
Eitt sigandi dømi um hetta var mánakvøldið, tá fólk kundi melda seg til at svimja hjá Ægi.
Hetta kvøldið vóru 105 børn og ung í svimjihøllini og meldaðu til, og av teimum vóru heili 73 í aldrinum 3-7 ár!!
Hesi seinast nevndu tølini eru sera stór, tá ein samanber við aldursbólkarnar, sum liggja beint oman fyri hesi, har talið av virknum svimjarum í hvørjum árgangi er rættiliga lágt.
Við hesum í huga kann tað ikki undra nakran, at nevndin í Ægi arbeiðir við møguleikum sum hesum at samstarva við Fuglafjarðar Svimjifelag í øllum førum í eina tíð.
Sum skilst, er tað enn óvist, um ætlanin kann gerast veruleiki, tí enn hevur svimjisambandið ikki givið sína tilsøgn, men undir øllum umstøðum verður spennandi at vita, hvussu leikur fer at fara fram í hesum rættiliga óvanliga máli.




