Síðsta vikuskifti var Reka stevna í Leirvík. Har var ein svimjikapping hildin.
Nógvar aðrar svimjikappingar hava eisini verið, og soleiðis sær út hjá svimjifeløgunum í løtuni.
Reki liggur á 1. plássi við 13 gull-, 12 silvur- og 7 bronsu-heiðursmerkjum.
Havnar Svimjifelag liggur á 2. plássi við 11 gull-, 5 silvur- og 7 bronsu-heiðursmerkjum.
Ægir liggur á 3. plássi við 8 gull-, 6 silvur- og 3 bronsu-heiðursmerkjum.
Vágs Svimjifelag liggur á 4. plássi við 5 gull-, 4 silvur- og 5 bronsu-heiðursmerkjum.
Fuglafjaðrar Svimjifelag liggur á 5. plássi við 2 gull-, 2 silvur- og 0 bronsu-heiðursmerkjum.
Tvøroyar Svimjifelag liggur á 6. plássi við 1 gull-, 1 silvur- og 7 bronsu-heiðursmerkjum.
Og aftast á 7. plássi liggur Flot við 0 gull-, 5 silvur- og 1 bronsu-heiðursmerki.
Svimjarar, ið vunnu flest kappingar í ymsu bólkunum:
Bólkur 1. Árgang 97 og yngri:
Óluva Jacobsen Reki 5 kap.
Pætur Leo VS 2 kap.
Bólkur 2. Árgang 95-96:
Turið S. Christiansen Reki 6 kap.
Alvi Hjelm Ægir 5 kap.
Bólkur 3. Árgang 93-94:
Hildur á Fløtti FS 2 kap.
Helena G. Jacobsen HS 2 kap.
Sasho Bjartsson HS 4 kap.
Tað vísir seg, at Reki er langt á odda; og Ægir liggur næstan javnt við VS.
Og tað vísir seg, at besti svimjarin hjá Ægir á Reka stevnuni var Alvi Hjelm.
Næsta svimjikappingin verður á Suðuroyar stevnuni í Vági tann 17.-18. september 2005.
Til ber at lesa meira um Suðuroyar stevnuna á www.tsvim.com.




